Atlantsflog gloymdi Sosialin fyri fjórðu ferð!

Tað sum ikki skuldi henda, hendi aftur: Atlantsflog gloymdi at fáa Sosilin í flúgvararan fyri fjórðu ferð

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so gloymdi Atlantsflog Sosialin eftir tvær ferðir í Kastrup í gjár, sjálvt um blaðið sum altíð varð latið inn til støðina í Kastrup til tíðina sum altíð hósmorgun. Sosialurin hevur kvittan uppá, at blaðið er latið inn frá prentsmiðjuni til tíðina.

Vit vónaðu tí, at tey fingu blaðið við í morgun, eftir at vit høvdu tosað við leiðsluna í Atlantsflog. Men aftur í mogun gloymdu tey at fáa blaðið.

Og nú frætta vit aftur í kvøld, at tey aftur gloymdu at fáa blaðið við í flogfarið í kvøld.

– Eg veit simpulthen ikki hvat er hent, og havi tosað við nógv fólk fyri at tryggjað mær, at bløðini komu við. Men eg eri tær svar skyldug, eg veit ikki, hvat er hent, men vit kanna tað, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.

Fyri Sosialin er tað ein skandala, at blaðið ikki kemur heim. Haldarar eru sjálvandi misnøgdir við ikki at fáa blaðið til tíðina, og tað gongur sjálvandi út yvir leysasøluna, at blaðið ikki kemur í handlarnar.

Fyri Sosialin er tað sjálvandi ein trupulleiki, at seinasta blaðprentsmiðjan í landinum lat aftur fyri fýra árum síðani, eftir at vit høvdu prentað bløð í Føroyum í 170 ár. Men við flogførum millum Keypmannahavn og Føroyar fleiri ferðir um dagin, so er tað eingin trupulleiki at prenta blaðið á Keypmannahavnarleiðini. Men tá tænastan hjá Atlantsflog svíkur, so eru vit 'på herrens mark'.

Og har eru vit beint nú.

Vit vita ikki – og skilja heldur ikki – hví Atlantsflog hevur gloymt blaðið eftir í Keypmannahavn fýra ferðir, og vit vita heldur ikki, nær Atlantsflog megnar at fáa blaðið heim.

Men vit vita, at Posta ber einki blað út fyrr enn í fyrsta lagi mánadagin – um altso Atlantsflog megnar at fáa blaðið, sum í morginári hevur ligið í Keypmannahavn í tvey samfull samdøgur – heim til Føroya.

Men haldarar blaðsins kunnu tó lesa blaðið á netinum, á sos.fo. 

Tað ber til at lesa blaðið við at logga á við haldaranummarinum.

##med2##

Posta prentar haldaranummarið á blaðið, og um haldarar ikki kenna haldaranummarið, so er at hyggja á forsíðuna á einum av bløðunum, sum Posta hevur borið teimum. Haldaranummarið sæst eisini á haldararokningini.

Vit á Sosialinum harmast framvegis stórliga um hesi fýra mistøkini – og vóna bara, at tey hjá Atlantsflog veruliga taka sær betri partar fyri og veita viðskiftafólki sínum virðiligari tænastu.

 

Sosialurin