Mánakvøldið 22. juni verður stór konsert í Parkini í Keypmannahavn.
Tað verða teir báðir heimskendu tónleikasnillingarnir, Elton John og Billy Joel, sum fara á pallin og kenna vit teir rætt, so skuldu tað borga fyri einari rimmar konsert.
Elton John, sum í seinastuni hevur verið í næstan hvørji kvøðuljómasending í útvarpinum við sanginum um Dianu prinsessu, hevur eitt ótal av frálíkum løgum, og tað hevur Billy Joel so sanniliga eisini.
Tey, sum vóru ung og gingu í dans fyri nøkrum fáum árum síðan minnast gamlar slagarar, og nú verður so ein møguleiki at uppliva tónleikin »live«.
Við Atlantsflog
á konsert
Atlantsflog hevur nevniliga fingið hendur á nøkrum atgongumerkjum til konsertina og býður nú føroyingum tey.
Føroyska flogfelagið skipar fyri ferð úr Vágum til Keypmannahavnar og aftur til Vágarnar fyri 2.840 krónur. Tá er ferðaavgjaldið ikki íroknað, men atgongumerkið til konsertina er.
Og tað má sigast verða stak bíligt, tá ein hugsar um hvat ein ferðaseðil millum Føroyar og Danmark vanliga kostar.
Long vikusiftisferð
Av tí at konsertin ikki er fyrr enn mánadag, so er hetta ein upplagdur møguleiki at fáa sær eitt langt vikuskiftið í Keypmannahavn ella har á leið.
Fráferðirnar úr Føroyum eru lagdar soleiðis, at møguleiki er at fara fríggjadagin 19., leygardagin 20. og sunnudagin 21. juni. Allar dagar klokkan 17.30.
Konsertin er sum nevnt mánadag, og heimferðirnar eru lagdar til týsdagin 23. og mikudagin 24. juni, báðar dagarnar klokkan 08.45.
Kunnu útvega gistingarmøguleikar
Sum nevnt omanfyri, so er í prísinum íroknað ferðaseðil og atgongumerki til konsertina, men eingin gisting, men Heri H. Niclasen, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog sigur, at tað skal ikki standa á at útvega gistingarhús.
? Tey, sum ætla sær við á ferðini og ongastaðni hava at gista, kunnu venda sær til okkara. So skulu vit nokk finna okkurt gistingarhús, sum passar teimum, bæði í prísi og góðsku, sigur Heri H. Niclasen
Ferðirnar kunnu bíleggjast hjá Atlantsflog á tlf. 333900.