Atlantsflog lækkar nú oljuavgjaldi á ferðaseðlum niður í 115 krónur Síðani november mánað í fjør hevur Atlantsflog lækkað oljuavgjaldið við 105 krónu, so at tað nú er 115 krónur fyri hvønn ferðaseðilin.
- Lækkandi oljuprísir er orsøkin til lækkaða oljugjaldið, men vit hava eisini ynskt at ganga ynskjunum hjá viðskiftafólkum okkara á møti um at bjóða bíligari ferðaseðlar. Tí hava vit tillagað prísskipanina, so bíligasti ferðaseðilin er lækkaður 245 krónur hvønn vegin síðani november í fjør, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.