Atlantsflog millum 20 tey størstu í Kastrup

Marknaðarparturin hjá teimum báðum størstu flogfeløgunum, sum flúgva til Keypmannahavnar, SAS og Norwegian, minkaði úr 51 niður í 44 prosent í fjør í mun til árið fyri koronu, 2019.

 

Tað skrivar danski flogvinnumiðilin, Check-in.dk, sum víðari skrivar, at lágprísfelagið Vueling hevur vakið 86 prosent um sína flúgving upp á Kastrup Lufthan.

Miðilin vísir á, at tað eru bæði taparar og vinnarar undir koronukreppuni, sum byrjaði fyrstí 2020. 

SAS og Norwegian fluttu tilsamans 15,3 milliónir ferðafólk í 2019, sum var ein marknaðarpartur upp á 50,7 prosent. Men soleiðis er tað ikki longur. 

Check-in hevur sæð ferðafólkatølini býtt út á veitarar í Københavns Lufthavn fyri 2022, og tey vísa munandi fall í marknaðarlutinum hjá teimum niður á 44 prosent í fjør. 

SAS hevur ta størru afturgongdina. Í fjør flgu 6,2 milliónir fólk við SAS umvegis Keypmannahavn, meðan 3,5 milliónir flugu við Norwegian. Harvið var ferðafólkaafturgongdin hjá SAS frá 2019 til 2022 38,4 prosent og tann hjá Norwegian 32,6 prosent.

Føroyska flogfelagið Atlantsflog hevur langt frá so stór tøl, men er tó nummar 18 á listanum yvir tey 20 flogfeløgini, sum flúgva mest upp á Keypmannahavn.

Hóast afturgongd í tali, frá 301.204 ferðafólkum í 2019 til 287.392 ferðafólk í 2022, so er marknaðarparturin hjá Atlantsflog av ferðafólkum umvegis Kastrup Lufthavn vaksin úr 1,2 prosentum til 1,3 prosent.

Listin niðanfyri vísir 20 tey størstu flogfeløgini í Københavns Lufthavn í 2022 í mun til 2019 sambært uppgerð hjá Check-in.dk:

##med2##