Øskurokið úr Íslandi hevur verið dýrt fyri fleiri flogfeløg, og í so máta er Atlantsflog einki undantak.
Atlantsflog hevur mett, at teirra missur frá 15. apríl til 21. apríl er millum 400.000 kronur og 600.000 krónur um dagin. Fyri samlaða tíðarskeiði, har loftrúmini kring evropa hava verið stongd, merkir hetta ein mettan miss upp á millum, 2,5 og 4,5 milliónir krónur.
Í gjár kom flogferðslan aftur komin í rættlag, og standa eingi ferðafólk eftir á bíðilistum, boðar Atlantsflog frá.