Atlantsflog oljubjarging um hendi

Atlantsflog hevur gjørt avtalu við italska felagið ENI (Agip) um at standa fyri floglogistikkinum í sambandi við boringina á landgrunninum.

Oljuvinna



Í mun til seinast borað varð á landgrunninum er "Search and Rescue" leiti- og bjargingarparturin við tyrluni hjá Atlantsflog nú partur av avtaluni. Hin parturin við flutningi av fólki til og frá boriskipinum verður gjørdur við eini tyrlu hjá Bristow, sum Atlantsflog leigar. Talan er um eina Bell 214 ST.

Magni Arge stjóri er fegin um, at tað hevur eydnast teimum at fáa leiti- og bjargingarpartin, tí hann er tann mest krevjandi og torføri parturin at fáa góðkenning til, so hetta er eitt stórt framstig fyri føroyska flogfelagið.

Magni Arge dylur ikki fyri, at tað er teirra mál at blíva offshoreoperatørur til at flyta fólk eisini. Her verður ikki minst hugsað um tað í framtíðini fer at verða nógv virksemi eftir møgulig fund. Tað eydnaðist ikki hesaferð, hóast felagið umsitur allan sáttmálan. Ein tyrla frá Bristow tekur sær av manningarskiftinum.

Vit spurdu Magna Arge, sum eisini er formaður í Oljuvinnufelagnum, um hann er nøgdur við føroysku luttøkuna í oljuleitingini. Hann sigur, at hann kennir ikki allar avtalurnar, so tað er ov tíðliga at siga, um man er nøgdur ella ikki. Men hann heldur tað vera rætt at gera eina eftirmeting, soleiðis at báðir partar kunnu brúka tað til nakað positivt.

-ENI hevur verið rættiliga miðvíst í sínum arbeiði at fáa føroyskar fyritøkur við í vinnuna undan sjálvari boringini. Vit eiga tí at síggja tingini sum eina samlaða heild.
Men tað er greitt, at tað hevur verið eitt sindur av ørkymlan, tí tingini eru komin í so seint á borðið, og okkurt bendir á, at samskiftið kundi verið betri.