Mikudagin klokkan 12:30 fer Atlantic Airways at kunngera nýggju kósina hjá felagnum. Tað verður gjørt á tíðindafundi í hangarinum á flogvøllinum.
– Á fundinum leggur Jørgen Holme, stjóri, fram nýggju kósina hjá flogfelagnum, sum vit hava greitt úr hondum seinastu mánaðirnar, sigur felagið í fráboðan í dag.