Atlantsflog hevur gjørt avtalu við eina danska ferðaskrivstovu um at flúgva ein túr um vikuna í vetur við skíðferðafólki milum Kastrup og Verona í Norðuritalia.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sigur, at felagið byrjar at flúgva til Italia tann 10. januar. Síðan verður flogið hvønn leygardag fram til endan á mars.
Hetta gevur eitt gott íkast til felagið, sum serliga kemur væl við hesa árstíðina, tá annars er heldur soltið, sigur hann.
Tað er donsku ferðavinnuskrivstovuna Trier Ski, sum Atlantsflog hevur gjørt hesa avtaluna við. Men um alt gongur eftir ætlan, kann tað henda, sigur Magni Arge, at eisini verður flogið til Italia í summar.
Arbeitt verður við at fáa ein avtalu í lag um at flúgva charterferðir til eina aðra floghavn í Italia við summarferðafólki.
Samráðingar eru í gongd, men nøkur avtala er ikki komin upp á pláss enn, sigur stjórin á Atlantsflogi.
Magni Arge sigur, at hetta slagið av flogførum, sum Atlantsflog hevur, er nógv eftirspurt júst til flúgving til skíðstøð. Talan er ofta um stuttar breytir í hesum floghavnunum, og tá er flogfarið hjá Atlantsflogi sera vælegnað.
Hendan flúgvingin nú í vetur verður so tikin sum ein roynd, og so verður sjálvandi roynt at sleppa at víðka hana komandi ár, sigur hann.
?Hetta er so avgjørt vert at byggja víðari á, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi.
Tað verður alla tíðina arbeitt við nýggjum møguleikum. Og eisini heldur nærri okkum sjálvum er Atlantsflog við í kapping um at fáa flúgving.
Norska oljufelagið Statoil byggir út í stórum í Norðurnoreg. Í hesum sambandi skal nakað væl av flúgving skipast úr Stavagner og norðureftir. Hetta liggur væl fyri, tí høgligt er at koma úr Vágum til Stavanger. So Atlantsflog er eisini við í tí kappingini, sum tó ikki enn er komin nakran veg sum so, sigur Magni Arge.