Atlantsflog verið leigutúr í Myanmar

Hóast flogferðsla kring allan heimin liggur still, hevur Atlantsflog í hesum døgum fingið fleiri leigutúrar úr Charles de Gaulle floghavini í franska høvuðsstaðnum

Nú rutuflúgvingin hjá Atlantsflog at kalla liggur still, hevur felagið kortin fingið til uppgávu at flúgva leigutúrar úr franska høvuðsstaðnum París.

– Atlantic Airways fór í 2019 undir at flúgva beinleiðis úr Føroyum til stóra, evropeiska snúningsdepilin, Charles de Gaulle í París. Nú rutuflúgvingin liggur still, er tað eydnast Atlantic Airways at fáa fleiri leigutúrar við útgangsstøði í franska flogvøllinum, skrivar felagið.

Fyrsti leigutúrurin var frá Charles de Gaulle til Yangon í Myanmar við eini millumlending í Baku í Aserbadjan.

Tað var flogfarið Elinborg við manning, ið fleyg langa teinin til Myanmar, og tey lendu í dag aftur í franska høvuðsstaðnum.

##med2##