Atlantsflog yvirtekur íslandsflúgvingina

Atlantsflog fer einsamalt at røkja íslandsflúgvingina í vetur. Hetta er fyrstu ferð í 40 ár, at Icelandair ikki flýgur millum Ísland og Føroyar. Eisini fer Atlantsflog at lækka prísin fyri at flúgva millum londini

Atlantsflog fer í vetur at flúgva tvær ferðir um vikuna millum Vágar og Reykjavík. Icelandair, sum byrjaði flúgving upp á Føroyar í 1963, fer fyri fyrstu fer í 40 ár ikki at senda flogfar til Føroya. Og tað verður eftir ætlan bíligari at flúgva millum londini, sigur stjórin á Atlantsflogi.
Tað verða fleiri setur á flogrutuni millum Vágar og Reykjavík í vetur, enn tað hava verið undanfarnar vetrar.
Hetta kemst av, at Atlantsflog einsamalt fer at røkja fúgvingina við sínum flogførum, sum taka 83 ferðafólk, og at Icelandir ikki sendir síni flogfør, sum taka eini 46-48 fólk, millum londini.
Hetta kann hava ymsar fyrimunir við sær, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Fyrst og fremst tann, at tað fer at bera betri til hjá størri ferðaløgum at ferðast um vikuskiftini millum londini.
Fyrr var tað soleiðis, at tú kundi koma út fyri, at tey reiðiliga 80 fólkini, sum Atlantsflog kundi senda til Íslands fríggjakvøld, ikki øll sluppu heim aftur mánadag, tí íslandsflogfarið, sum tá fleyg, bara tók stívliga helvtina av tí, flogfarið hjá Atlantsflogi tekur.
Tann trupulleikin er nú ikki til staðar, vísir Magni Arge á og heldur, at tað skuldi so verið ein góð grund til at gjørt túrin.
Ein onnur rættiliga góð grund er, greiðir hann frá, at Atlantsflog hevur rættiliga spennandi ætlanir, sum fara at gerast veruleiki seinni í hesum mánaðnum.
Atlantsflog hevur ætlanir um at lækka prísin fyri flúgving millum Føroyar og Ísland.
Tað kann lata seg gera við at vinna munin inn aftur við hægri ferðafólkatali, sigur Magni Arge, sum trýr uppá, at tað ber til.
Tað er nú kortini ikki so, at íslendingar heilt hava drigið flogfør síni í hangarin og ongantíð ætla sær at flúgva til Føroya aftur.
Sambært Magna Arge verður arbeitt við eini ætlan um møguliga at økja um »frekvensin«, sum tey nevna tað - túratalið - úr tveimum til tríggjar um vikuna einaferð í framtíðini. Um so verður, verður tað helst til, at Icelandair fer at flúgva ein túr mitt í viku, og Atlantsflog so er at taka sær av teimum báðum túrunum báðumegin vikuskiftið, sigur hann.
Hóast íslendska flogfarið ikki fer at flúgva í vetur, hava íslendingar kortini ikki slept flúgvingini heilt, vísir Magni Arge á. Samstarvað verður millum føroyingar og íslendingar soleiðis, at íslendingar framvegis eiga nøkur setur í flogfarinum.
Magni Arge ger vart við tann stóra prísmunin, sum er á fráferðunum úr Reykjavík og úr Vágum.
Íslendingar eru so stórsinnaðir, sigur hann, at teir rokna Føroyaflúgvingina sum innanríkiflúgving hjá teimum. Av tí sama taka teir bara 16,- krónur í avgjaldi fyri hvørt ferðafólkið ,sum fer um flogvøllin í Reykjavík til Føroya. Tá flogið verður hinvegin - ella fyri tann skuld nakra aðrastaðni úr Vágum - verður avgjøld upp á 250,- krónur fyri hvørt ferðafókið álagt, vísir Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi á.