Tað er ikki hvønn dag, at Atlantsmótið, te. økið millum Føroyar og Hetland, sleppur á forsíðurnar í teimum kendu og stóru oljubløðunum. Tað hendi tó í farna mánað, tá stóra og vælrenomeraða blaðið ”Deepwater International” umrøddi virksemið vestan fyri Hetland. Blaðið umrøður verkætlanina, sum fleiri stór altjóða oljufeløg og bretska oljumálaráðið hava sett út í kortið, har endamálið er at finna eitt felags stev og samstarv soleiðis at farast kann undir at fáa tað nógva gassið í undirgrundini til høldar. Umframt tær tríggjar stóru oljukeldurnar, Foinaven, Schiehallion og Clair, so eru eisini gjørd nógv smærri gassfund millum Hetland og føroyska markið. Higartil hevur tað ikki verið mett lønandi at fara undir at byggja tey út, serstakliga orsakað av manglandi infrastrukturi í øllum økinum. Fyri at kunna framleiða gass á leiðum sum hesum er neyðugt við rørleiðing at flyta gassið til lands ella mugu aðrar loysnir so sum við framleiðslu á staðnum finnast.
Tað er henda problematikkin, sum Deepwater International umrøður.
Blaðið skrivar, at tað í løtuni verða gjørdar kanningar og metingar av, hvør er skilabesta og bíligasta loysnin skulu tey mongu gassfeltini og eisini eitt týðandi oljufund sum Rosebank koyrast av bakkastokki og gerast framleiðandi felt. Stóra oljufelagið Total, sum stendur fyri gasskeldunum Laggan og Tormore er eitt av lyklafeløgunum í hesi spennadi ætlan. Eisini eru feløg sum BP, Dong, ExxonMobil, Chevron og Statoil við í hesum kanningum. Umrøtt verður hvat slag av framleiðsluútbúnaði er best hóskandi til at kunna lata upp fyri bæði gass- og oljuframleiðslu á hesum rættiliga fjarskotnu leiðum vestan fyri Hetland.
Týdning fyri Føroyar eisini
Tað er áhugavert at síggja, at altjóða oljublaðið Deepwater International, skrivar, at ein tann mest lovandi útbyggingarverkætlan vestan fyri Shetland, er tann, sum liggur heilt upp at føroyska markinum, nevniliga Rosebank økið, sum VINNAN í Sosialinum fleiri ferðir hevur umrøtt. Her verður eisini sagt, soleiðis sum vit kunnu tulka tað, at um onnur felt verða funnin, kunnu tey bindast í Rosebank. Hetta ger, at smærri felt, sum fyrr ikki hava verið burðardygg at útbyggja, kunnu blíva áhugaverd. Her kunnu felt á Føroyaøkinum tí eisini verða áhugaverd í framtíðini.
Tá Rosebank var funnið, segði m.a. Statoil í sínum tíðindaskrivi, at hetta kundi fáa positiva ávirkan á leitingina við Føroyar eisini. Somu feløg, sum eru við í Rosebank verkætlani, hava eisini loyvi 008 á Føroyaøkinum, sum liggur heilt uppat Rosebank feltinum. Tey eru Chevron, Statoil, DONG og OMV.
So tað kann óivað væl hugsast, at nú sannlíkindini eru størri og størri fyri, at Rosebankfeltið verður fult útbygt, og vit koma at síggja stóran framleiðslupall liggja heilt upp at føroyska markinum og framleiða olju, at hetta kemur at gera økið fram við føroyska markinum meira áhugavert. Bæði føroysku megin og bretsku megin markið. So tað er óivað ikki av ongum, at somu feløg sum eru við í Rosebank-verkætlanini, hava lagt seg á eitt stórt øki føroysku megin markið.
Fleiri brunnar aftaná William
Nú Willambrunnurin óivað skjótt er komin á mál, verður spennandi at síggja, hvat víðari hendir á Føroyaøkinum. Vit vita, at 3. útbjóðingarumfar verður í ár, og at ENI skal bora ein brunn næsta ár. Umframt hetta, hevur Chevron áður sagt, at stór sannlíkindi eru fyri, at somu feløg, sum bora á Rosebankøkinum, fara at bora føroysku megin markið, um ikki so langa tíð, kanska í 2008 ella 2009.
Sambart keldum VINNAN í Sosialinum hevur tosað við so verða avmarkingarbrunnar boraðir í vetur bæði á Cambo og Rosebankfundunum, sum liggja tætt við markið. So hóast Williambrunnurin verður turrur, hvat vit enn einki vita um, so fer framhaldandi at vera borivirksemi báðumegin markið. Fyri framtíðar føroyska oljuleiting er tað av ómetaliga stórum týdningi sigur ein kelda við blaðið.