Atli at byggja íbúðir í Árnafirði

- Mítt hægsta ynski er at heimbygdin aftur skal blóma. Tí vóni eg, at fólk vilja keypa sær íbúðir her í Árnafirði, sigur árnfirðingurin Atli S. Justinussen. Ein umsókn um loyvi at byggja trý dupulthús við íbúðum á einum øki uttarlaga í bygdini, er send kommununi.

Árnafjørður: - Eg brenni fyri bygdini, og eg vil so fegin at hon skal menna seg aftur, sigur Atli við Sosialin.

Árnafjørður er ein vøkur bygd við stórum sandi, hugnaligum og friðarligum umhvørvi. Hon átti tí at verið eitt sera gott stað hjá barnafamiljum at búsett seg í.

Tað eru kortini ikki øll, ið hava hug at byggja sær egin sethús. Tey halda kanska, at hetta er ov stórt, ov møtimikið og sum vera man eisini ov kostnaðarmikið.

Her kemur hugskotið við íbúðunum hjá sp/f A.K. sum eitt gott alternativ hjá teimum, sum ynskja at byggja bíligari og búseta seg í eini bygd við bæði skúla og einum barnavinarligum umhvørvi.

Enn er ikki avgjørt um ella nær farið verður undir at byggja hesar tríggjar bygningarnar við tveimum íbúðum í hvørjum teirra. Tað fer eftirspurningurin at avgera.

- Vit ynskja nú at vita, um fólk eru sinnað at keypa hesar íbúðirnar. Gera tey tað, so halda vit fram við ætlanini. Um ikki, so verður hon slept.

- Íbúðirnar skulu verða seldar, áðrenn vit fara víðari við ætlanini, slær Atli fast.

Av tí at ætlanin er komin so stutt, ber hvørki til at áseta ein prís ella tíðarætlan, nær íbúðirnar kunnu standa lidnar.

Men sum skilst eru teir í A.K. sera spentir eftir at gera hesa verkætlanina til veruleika.


Rapla inn við umsóknum

Árnafjørður er hansara heimbygd við stórum H, og Atli ynskir at gera alt fyri at steðga teirri gongdini, sum verið hevur í fólkatalinum tey seinastu árini.

Fyri 20 árum síðani búðu 75 fólk í bygdini, men í januar í fjør var talið komið niður á 53. Og seinastu hagtølini frá Hagstovuni vísa somu og skeivu gongdina, tí í november var talið komið heilt niður á 46!

- Vit mugu gera okkurt, fyri at fáa gongd aftur í bygdarlívið, sigur Atli.

Hann hevur sjálvur verið ein íðin forsprákari fyri snotuliga Kappróðrarneystinum í bygdini, og arbeiðir eins íðin við at fáa eitt bygdarhús til vega, soleiðis at trivnaður kann verða í heimbygdini.

Samstundis er ein vitandi um ætlanirnar at fremja verkætlanina um betri tunnilssamband. Var rætt atborið, skuldi alt hetta kunnað gjør sítt til, at bygdin kundi vaksið aftur.

- Eg eri onga løtu í iva um, at tann dagin vit táa tunnilin til Klaksvíkar, fer tað at rapla inn við umsóknum um byggiloyvi her í Árnafirði, staðfestir Atli.


2 minuttir til Klaksvíkar

Gongst soleiðis sum mangir árnfirðingar og fólk norðanfyri ynskja, verður Árnafjørður eitt knútapunkt í eini nýggjari tunnilsloysn fyri Norðoyggjar.

Ístaðin fyri verandi tunlarnar á Borðoynni, fyriliggur ein ætlan um at gera tveir ístaðin: Ein millum Klaksvík og Árnafjørð, og ein millum Árnafjørð og Norðtoftir.

Fyri fólkið norðanfyri fer hetta at verða ein munandi lætti, tí so sleppa tey undan at koyra gjøgnum smølu og ótíðarhóskandi tunlarnar, sum langt síðani hava slitið fyri seg.

Sjálvur er Atli í hesum døgum í ferð við at byggja sær egin hús í heimbygdini, og vónar hann, at onnur far at gera tað sama sum hann.

- Tá tunnilin til Klaksvík er komin, fer tað ikki at taka meiri enn einar 2-3 minuttir hjá okkum at koyra hagar.

- Tá fer at vera lag á manni at búgva her í Árnafirði og fara til arbeiðis aðrastaðni, sigur Atli.


Bíða spentir

Fyri einum mánaði síðani tók Atli, saman við einum øðrum manni fyrsta stigið til hesa ætlaðu byggingina av íbúðum.

Teir sendu inn eina umsókn til Klaksvíkar kommunu, sum Árnafjørður er partur av.

Umsóknin fer nú sína vanligu gongd í umsitingini í býráðnum, áðrenn hon kann verða sett í verk.

Søkt varð um at fáa byggiloyvi til hesar íbúðirnar á einum 2400 fermetrar stórum øki í bygdini.

Teir hava gjørt sær nakrar skitsur, men fara ikki undir tær veruligu tekningarnar av teimum fyrrenn teir vita, hvar í bygdini hetta økið verður.

- Tað er eingin tíðarætlan sett á verkætlanina. Men vit bíða spentir eftir svarinum úr kommununi, sigur Atli. 


Steðga skeivu gongdini

Sum nevnt aðrastaðni á síðuni er fólkatalið í Árnafirði lækkað munandi tey seinnu árini.

Tað eru tó kortini tey, sum velja at byggja í bygdini. Í løtuni eru eini sethús í gerð, og óhugsandi er ikki at farið verður undir tvey onnur um ikki so langa tíð.

Í bygdini er bert eitt kommunalt grundøki eftir, men sum skilst á Atla liggur kommunan inni við eini 6-8 umsóknum frá fólki, sum eru hugað at seta føtur undir egið borð í Árnafirði.

Verður ætlanin um hesar seks íbúðirnar veruleiki, er líkt til at bygdin fer at menna seg aftur.

- Eg haldi, at tað er syrgiligt at bygdin bara minkar og minkar. Eg ynski í øllum førum at gera mítt til at hon aftur kann vaksa, slær Atli S. Justinussen fast.