Sjálvandi havi eg mína meining. Men tað tænir ongum endamálið at órógva tað arbeiði, sum nú verður gjørt fyri at koma til semju.
Beint nú vil fyrrverandi løgmaðurin, Atli Dam ikki ikki út við, hvat hann heldur, at føroyingar eiga at gera í kjalarvørrinum á bankakanningini.
Hann sigur, at tað hevur stóran týdning at finna eina semju um útspælið ímóti dønum.
Men skal hvør maður siga sína hugsan um, hvat vit skulu gera, áðrenn henda semjan er komin, fer tað bara at órógva arbeiðið, og tað tænir ongum endamáli, sigur Atli Dam.
Býta skuldina í trý
Annars hevur Atli Dam fyrr sagt, at í høvuðsheitum heldur hann, at uttanlandsskuldin skal býtast í trý.
Eg haldi, at tann parturin av uttanlandsskuldini, vit sjálvi hava átikið okkum skal fyrst dragast frá, tí tað kunnu vit ikki krevja, at nakar annar skal betala fyri okkum.
Atli Dam sigur, at talan er um góðar tvær milliardir.
Men annars heldur hann, at av teirri uttanlandsskuldini, sum er eftir, skal virði av bankanum fyrst dragast frá.
Og tann skuldin, sum nú er eftir, skal so verða býtt ímillum Føroyar, Danmarks og Den Danske Bank.
Hetta eigur at verða gjørt sum eitt endurgjald fyri bankabjarginina og fyri tort og sviða, fri tær skeivu kreppuloysnirnar í Føroyum og skaðarnar av teimum.
Tað haldi eg fast við. men akkurát, hvussu, eg haldi at vit skulu spæla út nú, fari eg at halda fyri meg sjálvan beint nú, fyri ikki at órógva meiri enn gott er.
Má endurbøtast og umskipast
Av tí sama vil hann heldur ikki siga nakað um, antin vit eiga at viðgera spurningin um endurgjald fyri seg, ella um vit eiga at taka samlaðu uttanlandsskuldina uppí.
Men tað er heilt greitt fyri mær at ein loysn skal finnast á tí fíggjarliga partinum.
Og tað er somuleiðis púra greitt fyri mær, at ríkisfelagsskapurin kann ikki halda fram uttan at hann verður endurbøttur og umskipaður. Og tað skal gerast eftir yuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg, sigur Atli Dam at enda.