Atli Eðvaldsson hevði verið ein fongur

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr Trónd Arge umrøða effodeildina í dagsins fótbóltspaneli

Ein tann størsti spælarin og venjarin í íslendsku fótbóltssøguni, Atli Eðvaldsson vitjar í Suðri hetta vikuskiftið.

 

Ætlanin hjá felags suðuroyarliðnum er at fáa 59 ára gamla, roynda venjaran at taka við starvinum, sum fyrsti venjarin hjá felags suðuroyarliðnum í effodeildini.

 

Tróndur Arge heldur, at talan er um ein sera spennandi profil, sum hevði kunnað gjørt eitt munagott arbeiðið í Suðuroynni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr partin av sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2, har heimliga kappingin bleiv umrødd. 

 

Nomið var eisini við keypið hjá B36 av Philip Lund, og leitanina hjá HB eftir einum stórum profili úr Danmark.