TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við føroyska liðskiparan, Atla Gregersen aftaná 1-1 javnleikin ímóti Kosovo á Tórsvølli í bólki 3 í Nations League 4. deild.
Atli Gregersen er stoltur og fegin um leikliga avrikið og stríðsviljan føroyska liðið vísti í dystinum ímóti Kosovo í kvøld.
Liðskiparin heldur, at føroysku miðlarnir hava verið alt ov neiligir aftaná 0-3 tapið ímóti Aserbadjan, men í dag fingu somu miðlar svar uppá tiltalu.
Atli Gregersen er eisini ovurfegin um ótrúliga stuðulin hjá Skansanum og føroysku áskoðarunum annars: - Áskoðararnir bóru okkum seinastu løtuna, sigur Atli sum viðgongur, at hann var ógvuliga troyttur ímóti dystarenda.