TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna tíman av ítróttarsendingini hjá Rás2, sum var fyrrapartin millum klokkan 10 og 12. Sendingin hevur enn ikki fingið eitt navn.
Í tí seinna tímanum vitjaði landsliðsliðskiparin, Atli Gregersen fótbóltspanelið til eitt prát um minniligar løtur, sum hann hevur upplivað við Víkingi og landsliðnum. Sum altíð var Atli væl fyri, og dugdi væl at orða seg.
Pláss var eisini fyri at hoyra brot úr minniligum samrøðum, sum hava verið við Atla Gregersen á Rás2 farnu árini. Ikki minst er ein samrøða gjørd í Gundadali á heysti í 2014 aftaná ein dyst ímóti HB minnilig.
Atli angrar nakað av tí, sum hann hevur sagt í beinleiðis sendingum, men hann undirstrikar, at fótbóltur uttan kenslur er ikki nógv verdur.