Norðlýsið skrivar í morgun, at Atli Danielsen nú hevur spælt sín seinasta dyst fyri besta liðið hjá KÍ. Í øllum førum fyribils.
Atli, sum er uppaldur í KÍ, hevur spælt 41 landsdystir fyri Føroyar. Lestrarárini royndi hann seg í donskum fótbólti, og afturkomin var hann tvey ár við B36, har hann millum annað var við til at vinna FM-heitið í 2011.
Norðlýsið skrivar, at orsøkin til, at Atli nú gevst, er, at hann í løtuni ikki metir seg hava neyðugu tíðina, sum skal til, um tú skalt spæla í Effo-deildini.