Atli Gregersen fekk í sínum dysti nummar 500 fyri GÍ og Víking reytt kort. Liðskiparin hevur fingið tveir dystir leikbann frá kappingarnevndini.
Víkingur spældi sunnudagin móti KÍ í Klaksvík. Hetta var samstundis dystur nummar 500 hjá 40 ára gamla Atla Gregersen, sum spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini í 2004 fyri GÍ.
Miðverjin er bersøgin og tað plagar ikki at mangla ein viðmerking. Tað gjørdi tað heldur ikki sunnudagin, men hendan dagin bleiv tað til eitt gult kort. Tíverri fyri Víking og Atla Gregersen, so var talan um seinna gula kortið og tí útvísting.
Hann hevur nú fingið leikbann í tveir dystir, tí dómarin hevur bólkað hendingina undir “sera ljótan málburð móti dómaranum”. Atli Gregersen skal nú sita yvir tveir dystir móti HB. Ein í Løgmanssteypinum og ein í landskappingini.