Leysasøgur hava gingið millum manna, at tað er freistandi hjá NSÍ-spælarunum at leggja seg ímóti TB, so lokalu arvafíggindarnir á Toftum, B68 fáa tað verri við at yvirliva í bestu deildini.
Aðrar leysasøgur hava eisini gingið, at tað skal verða eins freistandi hjá Víkingi ikki at spæla upp til sítt besta ímóti EB/Streymi, so lokalu arvafíggandarnir, ÍF fáa tað verri við at vinna FM-heitið.
Hetta vísa NSÍ-veteranurin, Helgi L. Petersen og liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen staðiliga aftur. Helgi L. Petersen letur ongan iva verða um, at NSÍ fer at stríðast sum úlvur á skóg ímóti TB við Løkin í Runavík.
Atli Gregersen letur heldur ongan iva verða um, at hann ætlar sær eisini trý stig ímóti EB/Streymi í Sarpugerði í Norðragøtu sunnudagin.
Atli Gregersen og Helgi L. Petersen vóru gestir hjá Tróndi Arge í seinnapartssendingini hjá Rás2, og niðast hoyrist eitt ljóðbrot, har Atli Gregersen og Helgi L. Petersen staðfesta, at ítróttarandin hjá Víkingi og NSÍ er intaktur.