Atli leikbann í tveir dystir

Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, hevur fingið leikbann í tveir dystir

Atli Gregersen, liðskipari hjá Víkingi, hevur fingið leikbann í tveir dystir, eftir at hann bleiv útvístur í 2-1 tapinum fyri HB farna vikuskiftið.

 

Les eisini: (Video) Samandráttur frá HB-Víkingur 1-2 (her sæst umrødda støðan eisini móti endanum av samandráttinum)

 

Atli fekk beinleiðis reytt kort, tá hann tveitti seg í eina takling við Teit M. Gestsson, málverja hjá HB. Atli Gregersen verður dømdur fyri at koma ov seint í taklingina við strektum beinum og dubbunum fremst.

 

Les eisini: (Ljóðbrot) Klárt fríspark til Geza

 

Fótbóltssambandið hevur givið Atla leibann í tveir dystir, eftir punkt 3 í vegleiðingini um leikbann.

 

Les eisini: (Ljóðbrot) Teitur um taklingina

 

Har stendur:

3. LEIKBANN 2 DYSTIR

Verður vanliga givið fyri eitt sindur grovari brot, sum m.a.

- at sparka ella sláa í sambandi við stríð um bóltin

- fyri roynd at sparka ella sláa um bólturin ikki er í spæli, ella um spælið fyrigongur aðrastaðni á vøllinum.

- Fyri at nýta sera ljótan munn ímóti dómara.

(ljót orð, ljótan atburð, vísa fingurin o.l.)

- fyri at spýta

- fyri harðligan atburð mótvegis við- ella mótstøðuleikara.

 

Atli Gregersen skal sostatt sita yvir í dystunum móti KÍ á útivølli og AB á heimavølli.