TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Atla Gregersen, liðskipara hjá Víkingi, aftaná Atli og liðfelagarnir við einum 2-1 sigri á KÍ høvdu vunnið stórsteypið til ognar.
- Nú nærkast vit topp 6, seðgi ein speiskur Atli Gregersen. Atli staðfestir, at tað var gott at leggja eitt gott avrik fyri dagin aftaná tey minni góðu avrikini í klaksvíkskappingini farna vikuskiftið.
- Ein sleppur bara at spæla ein slíkan dyst um ein hevur vunnið nakað, og nú er hetta steypið okkara til ognar, slær Atli Gregersen fast.
Á ljóðbrotinum hoyrist eisini løtan, tá Atli Gregersen fær handað stórsteypið til ognar.