Finnur Justinussen var sjálvtryggur og stórspælandi, tá hann staðfesti í viðtalu við Sosialin í oktober í fjør, at hann er ein viðleikari eins og aðrir.
- Tað snýr seg um liðið. Eg skjóti málini fyri Víking, segði hann.
Fyri so vítt skulu Finnur Justinussen og Víkingur ikki seta fingurin á avrikið, sum liðið hevur stríðst fyri higartil. 15 stig í átta dystum, bara tvey færri enn oddaliðið, er avgjørt nøktandi.
Men Finnur Justinussen er neyvan heilt nøgdur við sítt avrik í hesum kappingarárinum. Hann hevur havt torført við at funnið málið í ár. Toppskjúttin í Vodafonedeildini og ársins stjørnuskot í fjør hevur bara skotið tvey mál í átta landskappingardystum. Um sama mundið í fjør hevði hann skotið seks mál.
Atli Gregersen, sum hevur staðið seg væl í ár, metir ikki, at tað er sømiligt at finnast at Finni Justinussen.
- Tað er einki dulsmál, at Finnur hevur tað trupult. Men eg kann einans rósa honum. Tað hilnast ikki væl við málskjótingini, men hann tekur renniskógvarnar fram og stríðst fyrimyndarliga fyri liðið hvørjaferð. Tað gav úrslit í dag, sigur Atli Gregersen.
Ikki lætt
Tað er ongantíð lætt hjá framherjum, sum einamest hava til uppgávu at fáa bóltin í netið handan málverjan. Tað vísti Finnur Justinussen eisini á.
- Sjálvsagt kenni eg eitt trýst, tí fólk vænta, at eg skori. Tað var kanska serliga í summar, tá eg spældi fýra dystir uttan at skora, at eg føldi eitt trýst. Men allir framherjar fáa niðurtúrar, og so má tú bara arbeiða við tí, segði hann í Sosialinum í oktober í fjør.
Finnur Justinussen hevur ikki altíð verið í leiklutinum sum framherji hjá Víkingi í ár. Toppskjúttin hevur stundum røkt uppgávuna sum høgri vongur, sum vit eisini hava sæð hann á U21-landsliðnum.
Framherjin stóð í alt fyri 19 av teimum 51 málunum, sum Víkingur fekk í 2009. Í Svøriki varnaðust Geftle IF og Ørebro dugnaliga føroyska framherjan og bjóðaðu honum til royndarvenjingar. Tað spurdist tó einki burturúr.
Finnur Justinussen økti til 3-0 í útidystinum móti FC Suðuroy í gjár. Hann stýrdi bóltinum í netið aftaná hornaspark.
Súni Olsen legði gestirnar á odda fáar minuttirnar undan steðginum við flottum frísparki. Landsliðsleikarin var aftur á blettinum, tá seinni hálvleikur var átta minuttir gamal. Heini Vatnsdal minkaði um leiðsluna, tá fýra minuttir restaðu í.
Víkingur vann uppiborið og fekk bestu fyrireikingarnar til heimadystin móti ÍF komandi
mánadagin. Spurningurin er fyrst og fremst, um Finnur Justinussen hevur fingið hol á.