Atli spælir dyst nummar 500

Betri deildin menn: Atli Gregersen hevur spælt 499 dystir fyri besta liðið hjá Víkingi og GÍ

Um Atli Gregersen verður á vøllinum í morgin fyri Víking, so er talan um dyst nummar 500 hjá honum fyri felagið. 40 ára gamli miðverjin hevur spælt við GÍ og Víkingi øll árini í føroyskum fótbólti.

Atli Gregersen spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini í Føroyum í 2004. Tá spældi hann fyri GÍ. Á vetri 2007 legði GÍ saman við LÍF og bleiv til Víking. Øll árini síðani hevur hann spælt við Víkingi og tað er nú blivið til 499 dystir á besta liðnum.

Av teimum eru væl teir flestu í landskappingini. Faroesoccer.com hevur skrásett hann fyri 403 landskappingardystir, 61 dystir í steypakappingini, 17 í Europa League, átta Stórsteypadystir, seks Champions League dystir og fýra í nýggju Conference League. Tað gevur 499 dystir.

Luturin hjá miðverjanum er nógv broyttur, hóast hann altíð hevur spælt í miðverjuni. Millum annað var sonurin, Árni Nóa Atlason, ikki føddur tá Atli Gregersen spældi tvey tey fyrstu kappingarárini við GÍ. Í dag spæla teir á liði saman.

Í 2004 var Atli gregersen 22 ára gamal og millum teir ungu á liðnum. Í dag er hann aldursforseti. Næstur honum er 36 ára gamli Sølvi Vatnhamar og 35 ára gamli Andreas Lava Olsen. Atli Gregersen hevur har í millum eisini spælt 51 A-landsdystur og verið eitt skifti í Ross County í skotskum fótbólti. Víkingur spælir í morgin móti KÍ í Klaksvík.