Atli um skaðastøðuna

Les tað nýggjasta um skaðastøðuna hjá landlsiðsliðskiparanum her

Tað sá álvarsamt út, tá landsliðsliðskiparin, Atli Gregersen, mikukvøldið, mátti berast út á børu í fyrru hálvfinaluni millum Skála og Víking.

 

Fyrstu meldingarnir ljóðaðu at knæskelin varð farin úr lið, og at Atli mátti binda frið tær komandi vikurnar.

 

Men støðan er ógreið. Atli Gregersen hevur verið til kanningar bæði í gjár og í dag, og enn ber ikki til at siga, hvussu álvarsamur skaðin er.

 

Hann fær tí heldur ikki sagt við fullari vissu, um hann verður tøkur til landsdystin móti Kosovo sum verður spældur um eina viku.

 

-       Eg havi verið til nærri kanningar bæði í gjár og í dag, og eg skal aftur í morgin. Eg fái tíverri ikki sagt enn, hvussu støðan er til landsdystin, sigur Atli Gregersen í stuttari viðmerking við in.fo.

 

Tað tykist tó púra víst, at Atli Gregersen má sita uttanfyri sunnudagin, tá Víkingur spælir heimadyst móti HB í Sarpugerði.