Atli: Vit eru framúr til deyðbóltsstøðurnar

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá Víkingi kann fegnast um fýra góð mál ímóti Skála í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði beinleiðis við liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen, sum saman við liðfeløgunum vann 4-0 á Skála í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag.

 

- Vit eru sterkir til deyðbóltsstøðurnar, staðfestir ein fegin liðskipari hjá Víkingi. Atli Gregersen heldur, at fyrr í ár hava teir verið heldur seinir at koma í gongd í fyrra hálvleiki, men tað bragdaði í so máta hjá Víkingi í dag, sum var á odda 3-0 í steðginum, og tað fegnast Atli stórliga um. 

 

Nú gleðir Atli Gregersen seg til at síggja 4-0 málið, sum Gunnar Vatnhamar skoraði: - eg var skiftur út, og stóð undir brúsuni tá Gunnar skoraði til 4-0, so nú gleði eg meg til at síggja málið, sigur tann altíð væl upplagdi liðskiparin hjá Víkingi. Atli fegnast eisini um, at summir av teimum blaðungu spælarunum fingu møguleikan í dag, og avrikaðu teir framúr væl eftir hansara tykki. 

 

Ikki kundi tað undgangast, at verturin og Atli Gregersen eisini fóru rundanum Europa League sigurin hjá Manchester United.