Átøk gerast fyri at bøta um ferðslutrygdina í Klaksvík

Komandi ár hevur Klaksvíkar býráð sett 2,5 milliónir krónur av til ferðslutrygd og betri parkeringsviðurskifti í miðbýnum. 1,5 millión er sett av til ferðslutrygd og 1 millión til betri parkering í miðbýnum.

Á fíggjarætlanini komandi ár hevur býráðið samtykt, at farast skal undir at skipa parkeringina í miðbýnum millum Biskupstorg og Vágsbø. Arbeiðið er partur ein einari størri verkætlan at umskipa veg, parkering og grøn økir. Samlaði kostnaðurin fyri tað arbeiðið er á leið 3 milliónir. Í fyrstu atløgu verður 1 millión sett av í 2024, soleiðis at arbeiðið kann fara ígongd.

 

Hin verkætlanin, ið skal betra um ferðslutrygdina í býnum, er ikki endaliga projekterað enn. Umsitingin hevur umbiðið eina ferðslutrygdarætlan fyri skúla og ítróttarøkið, og tá ið henda ætlan fyriliggur, verður farið undir eina tilgongd, har finnast skal útav, hvørji økir skulu raðfestast. Dentur verður lagdur á ferðslutrygd. Í borgarakanningini, sum bleiv gjørd fyrr í ár, vóru fleiri viðmerkingar sum snúðu seg um trygd hjá ferðandi í miðbýarøkinum.

 

Peningur er eisini settur av til verkætlanir, sum eru í gongd. Eitt nú vegur og parkeringspláss við Stangavegin, útstykking á Fossum, 4 milliónir til umvælingar í vegakervið og 4,5 milliónir eru settar av til spillvatnsarbeiðið. Eisini er peningur er settur av til Húsarhaldsskúlan og lendisarbeiði til nýggja hotellið.