All That Rain hevur verið millum fremstu bólkarnar her á landi í fleiri ár, og teir gera nú aftur vart við seg í Prix Føroyar tónleikakappingini. All That Rain er ein av bólkunum, sum er komin víðari til hálvfinaluna í Prix Føroyum, og áður hava teir verið í finaluni í kappingini.
Manningin í All That Rain er broytt eitt sindur seinnu árini, men kjarnin í bólkinum er tann sama. Jens Tummas Næss spælir bass, Henning Nicodemussen trummur og Hans Ravnsfjall gittar. Seinasta hálva árið hevur Rókur Jakobsen verið sangari í bólkinum. Hann hevur áður lagt sína rødd til tónleikin hjá bólkum sum Tangz og MC Hár.
All That Rain spælir bæði sín egna rocktónleik, og teir duga sanniliga eisini at tríva í kendar sangir hjá øðrum bólkum.
Bussar koyra í sambandi við tiltakið.