Átta ára fongsul fyri drápsroynd

18 ára gamli maðurin í ógvusliga knívmálinum í Norðdepli skal átta ár í fongsul fyri drápsroynd

18 ára gamli maðurin í ógvusliga knívmálinum í Norðdepli, skal átta ár í fongsul fyri drápsroynd. Tað er niðurstøðan hjá Føroya Rætti, sum harvið setir punktum í stóra harðskapsmálinum í Norðdepli, 14. juli í fjør.

 

Fyri løtu síðani komu teir 12 nevningarnir til eina niðurstøðu, saman við dómaranum. 18 ára gamli maðurin, sum síðstu tvær vikurnar hevur sitið á ákærubonkinum, skal átta ár í fongsul.

 

Hann er dømdur fyri drápsroynd móti ungu kvinnuni, sum sambært ákæranum var høvuðsmálið, tá ungi maðurin í fjørsummar breyt seg inn í tvey hús í Norðdepli.

 

Ákærin hevur undir rættarmálinum lagt dent á, at talan er um sera álvarsom brotsverk, ið maðurin hevur framt. Ákærin kravdi tí mannin dømdan í fongsul í minsta lagi 10 ár.

 

Verjin hjá manninum bað í sínum lagi um væl linari revsing, eini 4-5 ár í fongsul, harav partur av dóminum átti at verið gjørdur treytaður.

 

Nevningarnir meta ikki, at grundarlag er fyri at gera nakran part av dóminum treytaðan. Tí skal 18 ára gamli maðurin sita allan dómin.