Átta fólk deyð í skotbardaga í skúla í Russlandi

Sambært kanningarfólki er illgerðarmaðurin ein lesandi á lærda háskúlanum í Perm. Átta fólk doyðu.

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)

Í morgun hevur verið ein skottilburður á einum lærdum háskúla í russiska býnum Perm.

 

Sambært kanningarfólki eru átta fólk deyð, meðan fleiri eru særd. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

 

Russiska tíðindastovan Tass skrivar, at illgerðarmaðurin er ein lesandi á skúlanum.

 

– Tey hava eyðmerkt tann mistonkta. Hann er afturhildin og kunning um hann verður savnað í løtuni, sigur Svetlana Petrenko, talsfólk, sambært Tass.

 

Petrenko stendur á odda fyri kanningarnevnd, sum kannar brotsgerðir í landinum.

 

Hon leggur afturat, at illgerðarmaðurin er særdur undir handtøkuni.

 

Sjónbandsmyndir, sum florera á sosialum miðlum, vísa persónar, sum loypa út úr vindeygum og flýggja frá bygninginum.

 

/ritzau/

 

##med2##

 

 

 

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)

(Foto: STRINGER/Ritzau Scanpix)