TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá H71, Halgir Dahl Olesen, aftaná H71 hevði vunnið 24-22 (10-9) á Kyndli í bólki 1 í bólkaspælinum í Coca Cola steypakappingini.
Halgir er fegin um sigurin, men hann er ikki bara nøgdur. Tað irreterar hann, at H71 hevði eina trygga leiðslu, og loyvdi Kyndli innaftur í dystin. Hann er tó glaður um, at standurin er betri nú hjá H71, enn áðrenn ársskiftið, tá liðið tapti nakrar dystir í FTZ deildini.
Halgir verður burtur í arbeiðsørindum, tá H71 2 og H71 spæla í bólki 1 komandi mikukvøld. Hann undirstrikar, at tað verður ein uppgerð, har H71 2 fer at gera sítt ítarsta at vinna á H71.
3. umfar :
Mikudagin 27.01.2016 kl. 19.30 H71 2 – H71
Leygardagin 30.01.2016 kl. 18.00 StÍF – Kyndil
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | StÍF | 2 | 56 | 39 | 17 | 3 |
2 | H71 | 2 | 45 | 43 | 2 | 3 |
3 | Kyndil | 2 | 46 | 45 | 1 | 2 |
4 | H71 2 | 2 | 39 | 59 | -20 | 0 |