Áttu landingarmiðstøðina í tvey ár

Tað hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka, og raksturin hevur ikki verið nøktandi, siga teir, sum stóðu aftan fyri landingarmiðstøðina við Toftagjógv.

Eftir at hava leigað ognirnar hjá P/F Landingarmiðstøð Føroya frá bústjóra síðan 15. apríl í 2013, keypti Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv ognirnar hjá trotabúnum tíðliga í desember fyri tveimum árum síðan.

 

Tað var Eyðfinnur Jacobsen, advokatur og bústjóri, ið umsat hesar ognir, til tær vórðu seldar og keyptar av nýggju eigarunum.

 

Eftir at hava átt og rikið landingarmiðstøðina í tvey ár, hevur Sp/f Landingarmiðstøðin við Toftagjógv nú eisini givin skarvin yvir, og landingarmiðstøðin læt aftur í síðstu viku.

 

Tað hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka. Raksturin hevur ikki verið nøktandi og soleiðis, sum gongdin er í løtuni, mettu eigararnir ikki, at framtíðarútlitini eru nakað serlig.

 

Nú Bakkafrost hevur keypt bygningin við Toftagjógv til landstøð í samband við alivirksemi undir Nes-landinum, ætlar felagið, sum rak landingarvirksemi hesi seinastu árini, at selja útgerð sum truckar, maskinur og annað.