Snorri Brend skrivar:
HAVRÓGVING: Teir fýra íslendingarnir umborð á bátinum Auður eru enn ikki setstir við árarnar at rógva seinasta teinin til Íslands.
Teir komu at landi í Porkeri týskvøldið, móðir og troyttir eftir hendingarríkan túr úr Orknoyggjunum, har móttøka var fyri teimum.
Stutt frá landi hendi eitt minni óhapp, tá skaði kom á róðrið og seinkaði hetta teimum nakað við ferðini. Menn frá Vágs Skipasmiðju hava síðani umvælt róðrið, so nú er tann parturin ikki eftir.
Sum skilst, er manningin farin á ólavsøku, og verður eftir ætlan lagt til brots móti heimlandi teirra mánadagin ella týsdagin.
Ísland er bert fyrsta mál teirra. Ætlanin er síðani at leggja stilt fyri veturin, og komandi ár at rógva til Grønlands og Kanada.
(Mynd frá móttøkuni í Porkeri: Sigmundur Olsen)