Hin 1. januar í ár skifti Vágs Timburhandil eigara eftir at hava verið ein familjufyritøka í meira enn 40 ár.
Nýggi eigarin er Bygma Balslev, og við eigaraskiftinum hevur handilin eisini broytt navn til Bygma Suðuroy.
Nú handilsleiðari
Helgi Kristiansen, sum einsamallur átti timburhandilin, nú skiftið fór fram, er nú deildarleiðari hjá Bygma Suðuroy, men er annars leysur av ognarskapinum.
- Eg havi arbeitt við einari ætlan at byggja timburhandilin út, men nú verða tað nýggju eigararnir, sum fara at føra ætlanina út í lívið.
Helgi Kristiansen vísir á, at handilin upp gjøgnum árini bæði er dagførdur og útbygdur, men við í ætlaðu útbyggingini verður hetta ein nýggjur handil, eins og møguleikarnir fyri framvísan av eitt nú køkum, baðirúmsmøblum og øðrum verða betri.
- Tað verða nýggju eigararnir, sum fara at gera av, nær útbyggingin verður framd, sigur handilsleiðarin.
Ein góð vøruská
Bygma Suðuroy hevur eina stóra og fjølbroytta vøruskrá, har timburparturin er hin størsti einstaki parturin.
Fyritøkan hevur eisini vindeygu, hurðar og garaguhurðar.
- Vit hava eisini eitt stórt útval og stóra goymslu av ymiskum gólvum til øll endamál, men vit selja ikki tapet og máling.
Ein annar partur av vøruskránni er fóður til kríatúr, seyð, gæs, dunnur og høsn, umframt hegn og pelar.
Helgi Kristiansen vísir á, at nú Bygma Suðuroy, Bygma Gólv og Bygma Balslev er ein og sama fyritøka, er alt sjálvsagt ein velduga stór vøruskrá tilsamans.
Umtóktir Aubo-køkar
Í fleiri ár seldi Vágs Timburhandil donsku, Aubo-køkarnar og baðirúmsmøblarnar, og hetta er framvegis ein partur av vøruskránni og útboðnum í Vági.
- Hetta er vælumtóktir køkar, dygdarkøkar og baðirúmsmøblar, fyri ein kappingarføran prís. Vit hava gjøgnum árini selt nógvar Aubo-køkar og baðirúmsmøblar, serliga í Suðuroy, men eisini kring landið.
Helgi Kristiansen vísir á, at allar flestu Aubo-køkarnir koma samlaðir heim til viðskiftafólkini í Føroyum.
- Skápini eru sett saman og klár at seta upp, vaskið stendur í borðpláturin, og oftast er kranin eisini við. Hetta sparir viðskiftafólk fyri møguligar handverkarar, tí tað er ikki altíð so einfalt at seta tingini saman.
##med2##
Óbindandi tilboð
Handilsleiðarin sigur, at Aubo-merkið hevur eitt gott úrval, og fyritøkan í Danmark er kend fyri at veita eina góða tænastu.
- Skuldi tað hent, at feilur er í leveringini – ella, at okkurt er farið undir flutninginum – verður feilurin rættaður beinanvegin.
Helgi Kristiansen sigur, at øll eru vælkomin at spyrja seg fyri um Aubo-køkar og baðirúmsmøblar.
- Vit eru altíð til reiðar at vegleiða, tekna uppseting og geva óbindandi tilboð, leggur handilsleiðarin hjá Bygma Suðuroy aftrat.