Auda er favorittur móti B36

Her eru oddsini upp á dystin Auda-B36

Mynd: B36

Í annaðkvøld klokkan 20 spælir B36 fyrra dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League.

 

Dysturin verður móti lettlendska liðnum, FK Auda. Dysturin verður leiktur á Skonto leikvøllinum í Riga.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Auda er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Auda eru 1,72.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,95.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til B36 eru 3,90.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Mynd: B36