Hóast nýggi Audi A3 líkist sær sjálvum, er talan um ein størri bil við meira sportligum designi og koyrieginleikum. Undirvognurin er konstrueraður til at geva bilinum sportligar koyrieginleikar og betri stabilitet í svingum. Eisini hevur A3 "multilink-bakaksil" og møguleika fyri 4x4 Quattro. Lættmetalfelgurnar verða 16" ella 17", alt eftir hvat útgáva bilurin er. Í fyrstu atløgu kemur bilurin við 1,6 litur 148 hk bensin og 2,0 TDI 140 hk dieselmotori. Seinni kemur hann eisini við 1,9 litur 105 hk diesel og 3,2 litur V6 bensinmotori við 241 hk. Innan verður A3 nú meira sportligur við sportsetrum og alu-look luftdysum á instrumentborðinum og eini smartari gardanboks. Sum nakað nýtt kemur A3 nú við elektromekaniskum róðurgreiðum og servostýring sum tillagar seg ferðina. Bilurin kemur á danska og føroyska marknaðin í summar.