info
Ongi úrslit

Audi Q6 e-tron: Koyrir 600 km við eini løðing

Ein heilt nýggjur Audi kemur á marknaðin seinni ár. Talan er um Audi Q6 e-tron, sum motorjournalistar úr øllum heiminum hava royndarkoyrt í Føroyum.  

Vilmund Jacobsen
4. august 2023 kl. 16:54

Audi Q6 e-tron er fyrsti bilur, sum er bygdur yvir nýggja PPE-platformin (Premium Platform Electric). Platformurin er tann partur av bilinum, sum chassis, hjólupphang, motorur og annað er sett uppá. 

Bilurin hevur umleið 400 hk og koyrir upp til 600 km við eini løðing. Hann hevur 800 Volt-system.   

Audi Q6 e-tron er ein 4x4. Nógv er gjørt burturúr, at bilurin er væl ljóðdoyvdur við komforti á høgum stigi. Bilurin tekur seg væl út við 21” hjólum og er umleið somu stødd sum Audi Q5.

Bilurin er á tremur við tøkni, sum gevur nýggjar upplivingar fyri bilføraran og tey ferðandi í bilinum. Eitt nú hevur hann OLED-lyktir, sum síggjast sera væl í myrkri og toku.

Haraftrat er hetta ein lyktatøkni sum kann brúkast til at kommunikera við umheimin via Car to X, ið gevur eina eyka trygd sum t.d. at ávara aðrar bilførarar um óhapp á vegnum. 

Fimm ár eru liðin, síðan fyrsti elbilurin hjá Audi, Audi e-tron 55, varð sýndur fram sum konseptbilur í 2018. Síðan eru aðrir sum eitt nú Audi Q4 og Audi e-tron GT komnir á marknaðin. 
Sambært Audi koma yvir 20 nýggj bilmodell fram til 2025, her fleiri enn tíggju av teimum eru elbilar. Audi Q6 verður gjørdur sum SUV og Sportback.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

23 tímar síðan

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Heil vika sett av til álvarsamt mál um rán og eldáseting

39 minuttir síðan
Tíðindi

Stór venjing á flogvøllinum í Vágum

1 tími síðan
Tíðindi

USA fær var­andi hern­að­ar­lig rætt­indi í Grøn­landi

1 tími síðan
Tíðindi

Semjan um Grøn­land: Nú er av­tal­an undir­skrivað

1 tími síðan
Tíðindi

Trump: Tvær nýggj­ar her­støð­ir í Grønlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókin hjá beiggja Dianu er longu ein bestseljari

2 tímar síðan
Tíðindi

Myndarøð: Á veg til und­ir­skriv­ing­ina í New York

3 tímar síðan
Tíðindi

Padelmiðstøð er upplatin

4 tímar síðan
Tíðindi

Paz ger samstarv við gitnu sponsku matstovuna Los 33

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Næmingunum tørva hægri normering á Trøðni

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump, Mette og Jens-Frederik skriva undir um tveir tímar

4 tímar síðan
Tíðindi

Sigrun Mohr heiðurslimur í Alzheimerfelagnum

4 tímar síðan