Australia
Vaktartænastan í Australiu hevur havt nógv at gera í ár við at taka skip, sum hava fiskað ólógliga í australskum sjógvi.
Fram til seinnapartin av november, hevði vaktartænastan tikið tilsamans 84 útlendsk skip fyri ólógliga veiði.
Í eina viku miðskeiðis í november, tók vaktartænastan trý indonesisk skip, sum vóru á ólógligari hávaveiði.