- Eg havi aldrin hoyrt um ella uppliva nakað slíkt fyrr í Føroyum. Eg eri rættiliga skelkað, at slíkt hendir í Føroyum. Eg kenni ikki til annað enn, at føroyingar taka væl ímóti fólkum við autismu.
Tað sigur Heidi Aagaard, ið er forkvinna í Autismufelagnum, tá hon verður spurd um hendingina í síðstu viku, tá Jógvan Edmund á Geilini, ið var við sum fylgjari hjá einum drongi við autismu til ein film í Havnar Bio, bleiv spurdur, um hann veruliga ætlaði sær í biograf við dronginum.
- Hon segði við meg, at eg kundi ikki koma mær at fara við honum inn í biografin, tá tað vóru fólk har, ið høvdu rindað nógvar pengar fyri at hyggja eftir filminum, segði Jógvan Edmund í Geilini.
Les eisini: Vildi ikki hava drong við autismu í biografin
Hóast slíkur atburður ikki er vanligur í Føroyum, so vísir forkvinnan í Autismufelagnum á, at tað eisini í Føroyum búgva fólk, ið bara ikki vita betri.
- Tað eru sjálvandi óvitandi fólk til, og tað er mangan tað, at tey eru óvitandi um slík viðurskiftir, ið ger, at fólk reagera á slíkan hátt. Men eg hevði ikki væntað slíkt í Føroyum, tí tey flestu kenna onkran við autismu, sigur Heidi Aagaard.