Autografar í hópatali

Tað vóru nógv fegin barnaeygu at síggja við Tórsvølli í dag. Eitt var, at tey við egnum eygum fingu loyvi at síggja stjørnur sum Inzaghi, Del Piero, Pirlo og Cannavaro. Men ikki minst var tað blíðskapurin, sum hesir sýndu móti mongu fjepparunum, sum var hugtakandi.

Spælararnir góvu sær góðar stundir at skriva autografar á pappír, troyggjur, myndir og annað, og hópur av børnunum fekk eisini loyvi at taka myndir saman við kanska stjørnunum, sum nakran tíð hava vitjað í fótbóltshøpi.

Fremst á skránni stóð tó sjálvandi venjingin, og í góðan tíma spældu italsku spælararnir á vøllinum undir leiðslu av Roberto Donadoni. Stórspælaranum, sum sjálvur var á landsliðnum í síni tíð, og sum eisini gav okkurt dømi um, at hann enn dugir at sparka ein bólt.

Í morgin er tað tó álvari. Tá skulu eisini italsku stjørnurnar vera til reiðar at stríðast. Og tó at teir siga seg vera nøgdar um trý stig, so man kravið frá miðlunum og áskoðarunum vera mál. Og helst eina rúgvu av slagnum. So lítið er at ivast í, at føroysku spælararnir fáa sítt at síggja til í morgin.