Bogi Eliasen
cand.scient.pol
??????
ES grundlógartilgongdin hevur verið í nøkur ár. ES er vaksið munandi og arbeitt hevur verið fyri at gera ES samstarvið smidligari og meira umfatandi. Í fjør komu 10 lond afturat samstarvinum, harav stóri parturin var úr eysturevropa. Grundleggjararnir av ES høvdu longu frá byrjan ein evropeiskan superstat í tonkunum, har drívmegin var at skapa samstarv fyri at tryggja frið í Evropa, serliga millum Frakland og Týskland. Samstarvið hevur frá at verða um kol og stál, ment seg til at verða ógvuliga umfatandi. Sigast kann at ES hevur ferðast við skiftandi ferð, men nú varð lagt upp til eina størri samansjóðing og simplificering av samstarvinum.
Fyrst sat eitt sonevnt konvent í fleiri ár og gjørdi eitt uppskot til ES grundlóg, síðani skuldu londini semjast um ein tekst og síðani skuldi henda semjan staðfestast av limalondunum. Í hesum sambandi hava nøkur lond valt at siga, at tað er upp til landsins ting at avgera, meðan onnur sum Frakland og Niðurlond mettu, at best var um fólkið talaði á eini fókaatkvøðu. Mett var eisini neyðugt, at øll limalondini skuldu taka undir við ES grundlógini, fyri at hon skal setast í verk.
Men tað, sum kanska var óvæntað fyri hálvum árið síðan, hendi. Í teimun báðum upprunalondunum í ES, Frakland og Niðurlond, sum eisini vanliga ganga á odda um evropeiskt samstarv, valdi fólki at siga nei. Í Fraklandi atkvøddu eini 55% nei og í Niðurlondum um 62%. Altso greiðir meirilutar.
Hví?
Tveir ógvuliga viðkomandi spurningar, sum síðan trongja seg á, eru hví og hvat so. Ilt er at siga hví, men flestu tykjast samd um, at gloppið millum verkætlanina hjá politikarunum og hvat fólki vil, er vorðið nakað stórt, eins og fólk ikki hava kent seg tryggan við hesari menning av ES. T.d. var í Fraklandi nógv tosað um, at ES grundlógin er ov liberal og ikki tók sosial fyrilit. Men eisini mótstøðan ímóti at Turkaland kann gerast partur av ES. Og so sjálvandi høgravongurin sum er ímóti, orsakað av negativari tjóðskaparkenslu og møguliga fremmandahatri.
Tað er eisini givið at mótstøðan var eisini eitt mótmæli ímóti stjórnunum, serliga í Fraklandi ímóti Chirac
Hvat so?
Ikki er semja um, hvat nú fer at henda. Toppfundur verður í ES 16. og 17. juni, og tá skal gerast av, um hini londini skulu halda áfram við tilgongdini at viðurkenna ES grundlógina. Fogh hevur sagt, at danska atkvøðan bert verður hildin, um nakað nágreiniligt er at atkvøða um. Nógvir eygleiðarar vænta, at Blair fer at royna at avlýsa bretsku fólkaatkvøðuna, tí stór mótstøða er í Bretlandi. Hinvegin yvirtekur Blair formansskapin í næstum, og tí liggur nógv á hansara herðum. Blair vil helst sleppa undan fólkaatkvøðu, men hann leitar eisini eftir einum møguleika at tryggja sítt eftirmæli, og har er formansskapurin í ES ein stór avbjóðing, sum eisini hevur henda møguleikan. Eitt er vist, hetta arbeiði er skakað av, at tvey kjarnulond hava sagt nei og at tað frammanundan var lagt upp til, at øll londini skuldu taka undir við grundlógini, fyri at hon skal skal setast í verk. Nú verður sagt, at stjórnarleiðararnir hava avtalað, at øll londini skulu fara ígjøgnum tilgongdina at góðkenna ES-grundlógina, og so skal avgerðast hvat gerast skal. Um meginparturin av londinum eru fyri, mugu tey londini sum eru ímóti finna eina loysn áðrenn november 2006, tá grundlógin skal setast í gildi, ella at tey londini sum eru fyri, mugu avgerða um tey halda áfram.
Eitt uppskot hevur verið frammi frá Villy Søvndal, nýggja formanninum í danska flokkinum SF, um at ein protokol við sosialum rættindum skal knýtast at grundlógini, soleiðis at atlit verður tikið til kritikkin um at hon er ov liberal. Tí tað er óttin fyri tí ókenda, sum hevur fingið niðurlendingar og fransar at atkvøða nei. Serliga í Fraklandi er tað óttin fyri útlenskari arbeiðsmegi. Eisini hevur verið frammi at seta krav um fólkaatkvøðu, um hvørt Turkaland kann sleppa uppí part. Hetta er ikki heilt ókent, tí Frakland hevði fólkaatkvøðu fyri at loyva Bretlandi, Írlandi og Danmark uppí EF, sum tað æt tá. Orsakirnar eru nógvar, men flestu eygleiðarar eru samdir um, at politikarar ikki hava tikið í álvara tann ótryggleika og ótta fólk hava, og tí sigur fólkið nei.
Tað er eisini nógv at víðka um ES, fyrst vid 10 londum, harav ein partur er úr eysturevropa, og síðan gott ár seinni vilja hava eina nýggja skipan. Politikkarnir eru í hesum føri farnir skjótari fram, enn fólkið ynskir, ella kanska halda fólkið klára at fylgja við. Tí kann sigast, at støðutakanin er sett ov tíðliga. Um bíðað varð eitt ár, høvdu fólk kunna vant seg við víðkanina og kanska fingið innlit í og yvirlit yvir hvat nýggja ES við 25 londum er. Harafturat halda fólk seg ikki skilja hvat alt gongur út uppá, partvíst tí at ES kjakið oftan hevur verið snævurt, einsíðugt og afturlatið. Nú krevst støðutakan til eina stóra broyting beint aftaná eina stóra broyting. Fólk vilja vita hvat tey hava. Fyribils so koyrir ES bara sum nú, tað er avleiðingin av, at eingin broyting er. Spennandi verður komandi dagarnar at vita, hvat ymsu stjórnarleiðararnir siga, og um teir klára at halda tørn til komandi topfundin 16. og 17. januar. Nú verður arbeitt við at finna loysnir og um onkur lond kunnu fáa fyrivarni, meðan fleiri eygleiðarar og serliga neisíðan longu hevur deyðadømt ES-grundlógina. Hósdagin og fríggjadagin vístu fleiri kanningar, at meirilutin av dønum ikki longur er jaligur og tí tykist tað minnið sannlíkt at fólkatkvøða verður hildin 27. september.
Ávirkar hetta Føroyar?
Spurningurin er um ES grundlógin ávirkar Føroyar. Danska uttanríkismálaráðið hevur saman við stjórnunum í Føroyum og Grønlandi gjørt eina frágreiðing, sum tó bert tekur støðu til, um tað hevur rættarligar avleiðingar fyri Føroyar og Grønland. Norðuratlantsbólkurin heitti á undirritaða um at skriva eitt stutt upprit um frágreiðingina, og um tað fær politiskar avleiðingar fyri Føroyar og Grønland. Mín niðurstøða er púra greið: tað fær ávirkan á Føroyar og Grønland. Størsta ávirkan kemur um tey fýra fyrivarnini verða tikin av. Tá verða økir úr sonevndu ríkiseindini flutt til Brússel, og tey kunnu ikki yvirtakast sambært Danmark, og forsætismálaráðharrin hevur longu sagt, at hann krevur rættareind á í hvussu so er nøkrum teirra. Tvs. at Danmark skal fylgja ES og Føroyar skal fylgja Danmark. Tí koma ES avgerðir at galda í Føroyum, ikki tí at ES krevur tað, men tí at Danmark krevur tað.
Uppskotið
Uppskotið, Norðaratlantbólkurin hevði á Fólkatingið týsdagin, var at fáa gjørda eina kanning av hesum viðurskiftum, og at kann-ingin skuldi gerast av einum óheftum stovni, tvs. ikki av embætisverkunum í Føroyum, Grønlandi og/ella Danmark, og soleiðis politiskt óheft.
Uppskotið vann tó ikki frama, tí meirilutin í Fólkatinginum metti tað ikki verða neyðugt við slíkari kanning, og mettu at alt var lýst í frágreiðingini um rættarliga ávirkan. Orðaskiftið bar tó mest brá av, at framsøgufólkini ikki høvdu sett seg inn í viðurskiftini. Forkvinnan í Radikale Venstre fór so mikið víða, at hon ikki metti tað gjørligt at gera óheftar politiskar kanningar, tí kundi hon ikki taka undir við hesum. Hetta má sigast at verða eitt øðrvísi sjónarmið.
Annfinn ímóti ? Løgmaður fyri
Føroyski fólkatingslimurin Anfinn Kallsberg, vildi heldur ikki ganga uppskotinum á møti. Hann vísti á, at tað mátti verða upp til myndugleikarnar í Føroyum og Grønlandi at gera av, um slíkar kanningar skulu gerast. Hann helt at tað var at traðka á heimildirnar hjá føroyingum, um ein slík viðgerð skuldi takast á Fólkatingið. Ann-ar grønlenski limurin í Fólkatinginum. Lars Emil Johansen, vísti á, at hann hevði fullan stuðul frá bæði grønlenska Landsstýrisformanninum Hans Enoksen og Føroya Løgmanni. Anfinn svaraði her, at hann var partur av føroysku samgonguni og at hann einki visti um, at føroyska samgongan stuðlaði hesum. Hetta setti enn einaferð fokus á føroyingar í tvíningum, og ger tað ilt at taka føroyingar fyri fult.
Í mikudagsblaðnum váttaði Løgmaður, at hann stuðlar uppskotinum, og at Landsstýrið leingi hevur mett eina slíka kanning neyðuga. Hann vísur á, at manglandi kommunikatión helst er orsøkin til hesa ósemju.
Hvat skal kannast?
Annfinn Kallsberg vísti á, at hetta er ein kanning føroyskir og grønlenskir myndugleikar skulu taka støðu til, meðan Norðuratlantsbólkurin vísti á, at talan er um avleiðingar av eini fólkatingsavgerð, og tí er Fólkatingið rætta staðið at taka málið upp.
Tað sum tørvur er á at kanna, er politisku og fíggjarlig avleiðingar fyri Føroyar og Grønland, um Danmark fer longur inn í ES, við t.d. eini grundlóg og avtøku av fyrivarnunum. Her er tað soleiðis, at politiska ávirkanin á yvirtiknum málsøkjum ikki verður so stór, meðan hon á ikki yvirtiknum máløkjum, sum verða flutt inn undir ES ræði, verður rættiliga stór. Hesi málsøkið liggja undir fólkatingsins ábyrgd, og tí ber ikki til at siga, at tað er at traðka á heimildir hjá Føroyum og Grønlandi at fáa eina slíka kanning. Heldur kann sigast, at tað eigur at verða ábyrgd Fólkatingsins, at syrgja fyri at slík kanning verður gjørd, og at umbiður Fólkatingið slíka kanning, er tað somuleiðis ein blástempling av henni, soleiðis at ikki kann komast afturum aftaná og siga, at tikið ikki verður undir við kanningin tí parturin ikki hevur verið við í tilgongdini.
Valdsstríð í samgonguni?
Løgmaður royndi í mikudagsblaðnum at siga, at ósemjan helst var av tí at partarnir ikki høvdu tosað nóg væl saman. Lítil ivi man tó verða um, at tað setur kílar í samstarvið, tá slíkt fer fram. So er spurningurin, um hetta er ein valdsroynd millum núverandi og fyrrverandi Løgmann, ella at talan bert er um eina ósemju partanna millum, sum fer aftur við borðinum. Føroyar bleiv í hvussu so er enn einaferð víst fram sum ein stór ósemja. Sum sagt havi eg mín lut í kjakinum um eina meira víttfevnandi kanning. Men hví nakar skuldi havt nakað ímóti slíkari kanning, er púra óskilligt, serliga tó hugsað verður um hvussu nógvar kanningar eru gjørdar um hvørja ávirkan broytingarnar fáa á Danmark, so má tað verða náttúrligt, at kanningar eisini verða gjørdar um føroysk og grønlendsk viðurskifti, so eisini innlit fæst í hesi viðurskifti.