Spurningurin um vertardekk ella píkadekk er ofta frammi, serliga tá vit síggja, hvussu illa vegirnir fara um veturin.
Ein sum hevur brúkt nógva tíð og orku upp á at upplýsa og argumentera ímóti píkadekkum er Petur Hermansen í Havn. Nú er hann biðin um at royndarkoyra eitt sett av AutoSock´s ella kavahosum fyri fyritøkuna Sp/f AMA, ið selur útgerð og eykalutir til bilar.
Petur hevur royndarkoyrt AutoSock á sínum BMW, sum einans hevur summardekk og verður drivin av bakhjólunum. Tað er eingin trupulleiki at
koyra í hálum brekkum við nógvum kava, sigur hann.
AutoSock er eitt norskt produkt, sum er gjørt til at koyra við í kava og á ísi - ikki á asfalti og ikki koyra við hægri ferð enn 50 km/t. Endamálið við hesum kavasokkum er, at tað skal vera so lætt sum gjørligt at seta tær á bilin og at taka tær av, tá vegurin er táur aftur.
Kavasokkurin er gjørdur úr polyester og er sera lættur at smoyggja upp á dekkið, sigur Petur, sum sigur, at hann í eini sjónvarpssending í vikuni sá, at norski framleiðarin hevur fingið ein ordra upp í eina millión AutoSock´s, so talan er ivaleyst um eina "succes".