Edvard Joensen
????????????????
Efesos: At tað var mentað fólk, sum búði í Efesos, vildu íbúgv~arnir fegnir lata heimin vita. Millum annað var bygt heimsins triðjastørsta bókasavn í býnum, eins og leikhús og onnur mentanarstøð vóru at finna í stórum tali. Men Efesosbúgvar vóru ikki altíð líka bóka- og lesihugðir allir, sum sum fóru á bókasavn. Og hóast konurnar tóktust einki at vita, er eingin ivi um, at onkur maður, sum afturkomin er av bókasavninum í fornaldar stórbýnum, hevur fingið aðra bók at lisið í, tá hann er heimafturkomin. Ivaleyst hevur tann loyndardómur, sum menninir í Efesos hildu seg goyma, verið rímiliga almannakunnugur kortini, tí eingin ivi er um, at onkur soleiðis av og á man hava fortalað seg, og loyndarmálið soleiðis er vorðið avdúkað.
Heitt
Her koma vit so oman eftir høvuðsgøtuni í hesum í forum so livandi býi. Og eisini í dag yður í fólki her. Ferðafólk í hundrað- ella kanska túsundatali tosandi alskyns tyngumál. Rópandi ferðaleiðarar og her oman í móti bókasavnstorginum eisini nakrir einstakir handilsmenn, sum selja vatn, ís og film.
Vit hava gingið í ein góðan tíma ella so, bert avbrotin av ferðaleiðarunum, sum alla tíðina hava havt eitthvørt at sagt frá um tað, vit eru komin framvið. Hitin er ógvusligur, og tostin fer at gera um seg. Vit hava leskað okkum úr vatnfløskunum, sum keyptar vórðu við ovara býarportrið, og tað hevur verið sálarbót eins og hjá Seyðamanninum á Sondum, tá hann á sinni lat hestin drekka í Vatnsbrekku.
Nú vit koma til hesar vatnkioskirnar her á miðari leið ella so á veg oman at niðara portrinum, verða propparnir skrúvaðir av, og hetta lunkaða handilsvatnið hvørvur í einum gjøgnum vælindið. Men tað verður ikki steðgað har, tí ein hálvur litur av vatni fer líka skjótt úr fyrstu fløskuni, keypt verður. So her verða bara fleiri keyptar beinanveg.
Stórt
Her standa vit so við hetta opna torgið, har bókasavnsskjøldurin stendur so stórur reistur beint upp í luftina. Her hava í gomlum døgum ligið 18.000 bókaeintøk, sum hava verið alment tilgongilig hjá Efesosbúgvum og øðrum, sum vitjaðu býin. Hendan gøtan er long. Alt í alt tala vit um fleiri kilometrar, frá tí farið verður frá ovara portrinum, til vit umvegis stóra leikhúsið eru komin at niðara portrinum.
Her fram við gøtuni lógu handlarnir í gomlum døgum. Í bæði borð var fult av hesum búðum, sum høvdu alt at selja, sum brúk var fyri í dagliga húsarhaldinum. Konurnar stóðu fyri innkeypinum. Tá sum enn, vil onkur halda. Og menninir høvdu ikki tann stóra hugin til hesar handilsferðirnar, greiða ferðaleiðararnir frá.
So teir vildu heldur fara á bókasavnið at lesa burtur úr teirri stóru vitan, hesin bygningur lá inni við. Søgdu teir konunum.
Men í veruleikanum fóru teir beint í tunnilin og haðani einar tveir bygninger undir jørð og so uppaftur í skøkjuhúsinum, har teir avgreiddu síni ørindi og møttu so konuni aftur, har tey høvdu avtalað tað.
Her standa vit so á trappuni framman fyri tí stóra Celsus bókasavninum og líta niðan eftir torginum frammanfyri. Síggja niðan eftir høvuðsgøtuni, vit eru komin eftir.
Síggja vinstrumegin tað stóra bogaportrið, sum leyslatnu trælirnir Mazeus og Mithridates lótu byggja Augustusi keisara til heiðurs sum tøkk fyri, at teir gjørdust frælsir menn.
Og har yviri, beint niðan fyri almenna nátthúsið, liggja so leivdirnar av hesum góða bordelli, sum er vorðið kent fyri hendan tunnilin, sum ferðaleiðararnir vita so nógv at siga frá.
Ivasamt
Handan er óluksáliga góð, heldur onkur av ferðafólkunum. Men letur ongan iva vera um, at hasa kann hann av neyð halda vera stuttliga, men trýr ikki einum orði.
Og í stóran mun kann tað vera, at hann hevur rætt, tí tá spurt verður nærri eftir tunlinum, kemur fyri dagin, at enn hava fornfrøðingarnir hvørki funnið tunnil ella farveg eftir honum.
Hvat so? Er alt hetta við hesum ólevnaðinum so bara heilaspuni ella ein góð søga til at fáa lokkað forvitin ferðafólk hendanveg?
Nei. Tað er tað kortini ikki, vísir lýsingartalvan longri niðri á havnargøtuni, har skilliga verður lýst við, at her er vegurin til skøkjuhúsið.
?Tú, sum nýkomin ert av skipi, skalt fylgja kósini, tú heldur. So kemur tú til hesa vøkru kvinnuna, tú fyri pengar kanst vinna hjartað hjá?. Har er einki at misskilja.
Og taka vit so aftur í bræv Paulusar til Efesosmanna, er einki at ivast í, at tað man vera hendan ólevnað, sum honum ikki dámar, tá hann í fimta kapitli ávarar kirkjufólkið í býnum í móti at vera sum hini, ið eftir øllum at døma liva í ólevnaði í ávísan mun í hvussu er.
Men ikki allir í samkomu hansara vóru heldur so glaðir fyri tað, hann lærdi, hesin góði Paulus. Teir gjørdust so ósamdir, at hann rýmdi úr felagsksapinum við nøkrum trúgvum fylgisveinum og helt so til í einum skúla í býnum.
Tað kann vera, at hesir, sum ikki vildu kennast við hann, ikki heilt hava viljað lagt hesar tunnilsvitjanir burtur? Hvør veit?
Uppreistur
Og so ganga vit og halda, at hesi fornu prædikumenninir prædikaðu frið og semju á jørð og í menniskjum góðan tokka.
Men Paulus gamli gekk fyri tað mesta og østi fólk í móti sær við síni bersøgnu talu og hørðu umvendigarprædikum.
Ì heilum var hann flongdur og bukaður. Rikin úr mongum býum og hóttur so, at hann bert í loyndum tordi at koma aftur.
Eisini í Efesos, sum Apostlasøgan sigur frá. Hann var í grannalagnum, men valdi býin frá og boðsendi heldur trúgvu lærusveinum sínum at vitja seg umborð á skipinum, enn sjálvur at fara til býin.
Og í Efesos birti hann undir ein rættiligan upppreistur, tá hesir, sum selja minnislutir til ferðafólkini, fóru at kenna livibreyð sítt hótt.
Lukas sigur soleiðis frá í Apostalsøguni um hesa orrustuna, hann birti her í býnum:
?Men hesa tíðina gjørdist ikki lítil uppreist viðvíkjandi veginum. Tí at har var ein maður, Demetrius at navni; hann var silvursmiður; hann gjørdi Artemisar tempul úr silvuri og veitti smiðunum ikki lítlan vinning.
Hesar kallaði hann saman og teir arbeiðismenn, sum arbeiddu við tílíkum, og segði: »Góðu menn, tit vita, at tað er av hesum arbeiði, at vit hava okkara góðu inntøku.
Og tit síggja og hoyra, at ikki bert í Efesos, men at kalla um alla Ásiu hevur hesin Paulus við yvirtalan síni fingið villleitt ein stóran hóp av fólki, við tað at hann sigur, at tað ikki eru gudar, teir sum verða gjørdir við hondum. Men vandin er ikki bert tann, at hetta yrki okkara skal koma í ringt orð, men eisini, at templið hjá hini stóru gudinnu Artemis einki skal verða virt, og at hátign hennara verður spilt, sum øll Ásia og mannaheimurin dýrkar.«
Men tá ið teir hoyrdu hetta, vórðu teir heilt illir og rópaðu og søgdu: »Mikil er Artemis Efesosmanna!«
Og allur staðurin kom í røring og tey tustu øll sum eitt at leikhøllini og tóku við sær Gajus og Aristarkus, menn úr Makedóniu, ferðafelagar Paulusar.
Tá ið Paulus vildi fara inn í mannatrongdina, vildu lærusveinarnir ikki loyva honum tað.
Men nakrir av Ásiarkunum, sum vóru vinmenn hansara, sendu eisini boð til hansara og bóðu hann um ikki at hætta sær inn í leikhøllina.
Summi rópaðu tá eitt og summi annað; tí at ørskapur var í samkomuni, og tey flestu vistu ikki, av hvørji orsøk tey vóru saman komin.
Men tey drógu Aleksander út úr flokkinum, av tí at Jødarnir skúgvaðu hann fram. Men Aleksander gjørdi tekin við hondini at fáa ljóð og vildi halda eina varnarrøðu fyri fólkinum.
Men tá ið tey fingu at vita, at hann var Jødi, varð eitt einmælt róp á øllum, og út ímót tveimum tímum rópaðu tey: »Mikil er Artemis Efesosmanna!«
Men býskrivarin fekk flokkin at sissast og segði: »Efesosmenn, hvør er tann maður, sum ikki veit, at staður Efesosmanna er tempulverji fyri hina miklu Artemis og hina himinfalnu mynd?
Tá ið nú hetta ikki kann verða mælt ímót, so eiga tit at vera hóvligir og ikki at leypa framav.
Tí at tit hava ført hesar menn higar, sum hvørki eru tempulránsmenn ella spotta gudinnu okkara.
Hava nú Demetrius og teir smiðirnir, sum við honum eru, kærumál móti nøkrum, tá verða tingdagar hildnir og landshøvdingar eru til; klagi teir so hvør annan!
Men um so er, at tit hava nakað at krevja í øðrum málum, tá skal tað verða avgjørt á lógligum fundi.
Tí at vandi er enntá fyri, at vit skulu verða klagaðir fyri uppreist fyri hetta, sum hent er í dag, við tað at eingin grund er at finna, sum vit kunnu nýta, um vit skulu gera greiðu fyri hetta uppstigið.«
Og við at siga hetta fekk hann samkomuna at skiljast.?
Og hagar eru vit nú ávegis. Til hesa stóru leikhøll ella -pall, har hendan øsingin var, sum mundi endað við sonnum uppreistri í býnum, av ótta fyri, at tað stóra Artemistemplið skuldi vera vanhalgað og missa sína stóru ávirkan á lívið hjá teimum sum livdu av at selja minnislutir haðani.
Men hvussu tað gekk, og hvussu leikpallurin og templið síggja út í dag, fara vit at frætta um í einum seinni parti.