Av niðastu rók

Annað vikuskiftið á rað var Tjaldur partur í eini botnuppgerð, og annað vikuskiftið á rað vóru teir við undirlutan

H71-Tjaldur 29-27

(15-15)


Tá farið varð í holt við endaspælið, vóru helst mong viðhaldsfólk hjá Tjaldrinum, sum høvdu bjartar vónir.

Skráin var nevnliga løgd soleiðis, at teir báðir fyrstu dystirnir hjá Runavíkingum vóru móti teimum báðum niðastu liðunum. Tjaldur kundi sostatt við tveimum sigrum, leggja niðasta plássið nakað væl aftur um seg, men tá hugt verður at stigatalvuni í dag, er støðan tó ein heilt onnur.


Gekk javnt á

Dysturin í dag endaði nevnliga við sigri til hoyvíkingar, sum sostatt lupu tvey pláss upp á stigatalvuni, har Kollfirðingar nú eru aftastir. Tað eru tó bert nøkur fá mál á muni millum tey bæði niðastu liðini, sum nú eru Tjaldur og KÍF.

Orsakað av leikbannum og fótbóltslandsliðnum, vóru liðini bæði nakað skerd undan dystinum.

Hjá hoyvíkingum høvdu Tróndur Vatnhamar og Allan Mørkøre leikbann, meðan Jákup á Borg hevði givið avboð orsakað av fótbóltinum, meðan Henning Jarnskor ikki fekk vart tjaldursmálið, tí hann eins og Jákup var inni á Svangaskarði í fótbóltsørindum.

Tað var annars Tjaldur, sum fekk betri byrjanina í dystinum leygardagin. Meginpartin av fyrra hálvleiki var høvdu tjaldursmenn nevið framman fyri mótstøðuliðið, og miðskeiðis í hálvleikinum var munurin fýra mál.

Stútt og støðugt fingu hoyvíkingar fatur aftur á rætta endanum, og tá farið varð til hálvleiks, stóð á jøvnum millum liðini bæði.

Í seinna hálvleiki leikaði javnt á, men tá tíggju minuttir restaðu at spæla, tók ein hending seg upp, sum í roynd og veru avgjørdi dystin.

Tjaldursmenn skuldu fremja eina útskifting, men varnaðust ikki, at leikarin, sum skuldi út, samstundis hevði fingið tveir fingrar frá dómaranum. Úrslitið varð, at bæði hesin leikarin, umframt tann leikarin, sum skuldi inn á vøllin, fingu reyða kortið.

Sostatt máttu tjaldursmenn spæla við fýra útileikarum komandi tveir minuttirnar, og næstu minuttirnar økti H71 un leiðsluna úr einum upp í fýra mál.


Mundu komið aftur

Nú mundu flestu áskoðararnir ivaleyst halda, at dysturin var avgjørdur, tí ikki var væntandi, at Tjaldur skuldi vinna fýra mál aftur innan fimm minuttir.

Tað ógjørliga var tó nær við at eydnast, og tá ein minuttur var eftir at leika, var bert eitt mál á muni millum partarnar.

Hoyvíkingar høvdu tá misnýtt tvey brotskøst (annað vegna yvirtraðk), og tað var týðuligt, at leikararnir vóru nærum ræðsluslignir um, at sigurin skuldi gleppa teimum av hondum.

Hoyvíkingar høvdu tó eitt álop eftir, og tað eydnaðist teimum eisini at skjóta enn eitt mál, hóast runavíkingar, og helst eisini áskoðararnir, mundu halda, at eitt hoyvíksbein var á bóltinum undir hesum álopi, og at runavíkingar tískil áttu at fingið fríkast.

Hetta varð tó ikki dømt, og kundu hoyvíkingar tí fegnast um tvey sera kærkomin stig.


Vánaligur ítróttarandi

Eftir dystin vóru fleiri av runavíkingunum, sum royndu at gera dómararnar varugar við, at teir høvdu mistikið seg.

Sjálvandi skulu leikarar hava rætt til at siga frá, tá teir halda at alt ikki hevur gingið rætt fyri seg, men slíkur atburður, sum nakrir av runavíkingunum framdu leygardagin, hoyrir ongastaðni heima.

Í fleiri ár hevur tað jú verið sigur, at liðini bæði takka hvørjum øðrum og dómaranum fyri dystin, sjálvt um tað kanska hevur verið í so heitt undir dystinum.Soleiðis skuldi sjálvsagt eisini vera hesu ferðina, men Súni Fríði, Elias og Arngrímur hildu helst ikki, at hetta skuldi gerast, og fóru tí beina leið í skiftirúmið.

Nú skal eg ikki siga, at lagið á ítróttafólki skal vera eins gott, tá talan er um ávíkavist sigur og tap, men ein slíkur atburður kann als ikki góðtakast.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

H71:

Olaf Vestergaard 7 (1), Vøgg N. Debess 5, Halgir D. Olesen 5, Eyðun Højgaard 5, Bárður Brimvík 4, Annfinnur N. Debess 3

Tjaldur:

Súni F. Johannesen 6 (3), Mortan Hansen 5, Tummas Magnussen 5, Sverri Justinussen 3, Arnfinn Langgaard 3, Ragnar S. Olsen 2, Ken Bærendsen 1, Elias Hansen 1

Brotskøst:

H71 5, Tjaldur 3

Útvísingar:

H71 1, Tjaldur 4

Dómarar úr Stjørnuni:

Geir Wardum og Carsten Andersen