Av sjúkrahúsinum og til sigur í Hósvík

10-mannafør: Ein eysturoyingur skræddi seg úr seingini, har hann hevði ligið sjúkur, og bátsformaðurin kom so at siga beinleiðis av landssjúkrahúsinum og til Hósvíkar

Umborð á Eysturoyinginum dylja teir ikki, hvat málið er hjá teimum í ár. Tað er at endurtaka avrikið í fjør. Ta ferðina vunnu teir allar FM róðrarnar, og koma teir fremstir um málið allar seks ferðirnar í ár, so kann tað væl vera, at talan verður um eitt nýtt met. Nógvir bátar hava vunnið nógv, men okkum kunnugt hevur tað ongantíð eydnast nøkrum báti at vunnið allar róðrarnar tvey ár á rað. Um onkur lesari situr við betri vitan hesum viðvíkjandi, so høvdu vit verið fegnir at frætt um hetta.

Havnarbáturin vann nógv fyrrapartin í sjeyti árunum. Í 1973 vunnu teir allar róðrarnar, men í 1974 mistu teir ein sigur ? tað var í Vági ? og í 1975 kiksaðu teir aftur eina ferð ? tað var í Fuglafirði.

Hóast teir í Runavík vóru sannførandi á norðoyastevnu, so vóru vánirnar undan leygardegnum ikki so góðar, sum tær onkuntíð hava verið.

Martin Venned, sum er annar av toftimonnunum, býr í Klaksvík, og harvið er tað ikki serliga høgligt hjá honum at venja. Men í vikuni, sum fór, hevði hann ikki vant nakað serligt við, tí hann var sjúkur, og leygarmorgunin fór hann so at siga beinleiðis úr sjúkraseingini og til Hósvíkar at rógva.


Av landssjúkrahúsinum

Men toftimaðurin var í síðstu viku so at siga bara annar av trupulleikunum umborð á Eysturoyingi. Ludvík Justinussen er bátsformaður, og tað kom sjálvandi illa við, tá læknin mikukvøldið gjørdi av, at bátsformaðurin skuldi leggjast inn á landssjúkrahúsið. Kappróðrarmaðurin hevði nógva pínu, og teir vóru bangnir fyri, at tað var nýrasteinur, sum plágaði.

? Vit vandu síðstu ferð undan stevnuni hóskvøldið, og tá var tað mest sum avgjørt, at eykamaðurin, sum vit hava, skuldi rógva við, og vit vóru farnir at leita eftir næsta eykamanninum, tí vit roknaðu avgjørt ikki við, at Ludvík fór at vera førur fyri at rógva, og tað var ikki fyrrenn, tá vit leygardagin hittust í Hósvík, at onkrir av hinum frættu, at vit fóru at verða fullmannaðir.

Hetta sigur formaðurin í róðrardeildini hjá NSÍ, Sofus T. Hansen, okkum. Hann situr á toftini saman við Martini Venned, og harvið var hann leygardagin tann næsti at staðfesta, at sjúku menninir vóru komnir nóg frætt fyri seg, og hjá øllum øðrum var hetta sjón fyri søgn.


Rúkandi spurtir

Teir umborð á sigursvanda bátinum vóru ikki heilt álvuligir, bæði tí teir høvdu havt omanfyri standandi trupulleikar at dragast við, og tí at teinurin, sum skuldi leggjast afturum hesa ferð var fimm hundrað metrar longri, enn hann var í Klaksvík, har 10-mannaførini róðu fimtan hundrað metrar.

Eysturoyingur legði fyri sum eitt óløgið, og tað var skjótt, at hann var komin ein góðan skut framum. Skuturin gjørdist til eina hálva og so eina heila bátslongd. So øktist munurin stútt og støðugt, og á málinum vóru tað fleiri bátslongdir aftur til næstu bátarnar.

Vert er at leggja til merkis, at hetta var fyrsta ferðin, at Eysturoyingurin kappaðist við lotinum ímóti. Millum kappróðrarfólk hevur verið ikki sørt av práti um, hvussu tað fór at hilnast, tá nýggi og harvið lætti guli báturin fór at fáa gulið ímóti, og tað hava verið tey, sum hava roknað við, at undir tílíkum umstøðum fór tað at eydnast hjá Havnarbátinum, sum hevur verið so altráður eftir at koppa Eysturoyinginum, at sleppa framum. Teir, sum kanna Havnarbátin, plaga at hava á orði, at báturin við drekastevninum gongur væl, tá lotið er ímóti.

Men í Hósvík var tað staðfest, at Eysturoyingur er bestur, uttan mun til hvussu veður og vindur skikkar sær:

? Vit komu framum beinanvegin, og tað var skjótt vit fingu kensluna av, at tað vóru vit, sum stýrdu róðrinum. Vit sóu aftur á hinar, og vit kendu okkum ongantíð hóttar.

Hetta sigur Sofus T. Hansen, og tá vit spyrja, um tann øgiligi endaspurturin hjá Eysturoyinginum komst av, at teir kendu seg hóttar, so er svarið nei:

? Vit høvdu somu ferð alla tíðina, men tey síðstu tjúgu tøkinin taka vit altíð ein spurt, og tað gjørdu vit eisini hesa ferð, sigur Sofus T. Hansen. Tá hann og bátsfelagarnir komu á mál, vóru teir tríggar bátslongdir undan kappingarneytunum.


Hóttanin kom

úr Vestmanna

Havnarbáturin var næstfremstur á norðoyastevnu. Havnarmenninir lógu leygardagin undir liðini á Eysturoyingi, og stóran part av tvey túsund metra teininum royndu teir umborð á Havnarbátinum at halda tørn um róðrið á oddabátinum, samstundis sum teir høvdu sítt stríð við at halda seg frammanfyri vestmenningarnar, sum vóru treiskir.

Havnarbáturin misti takið á Eysturoyinginum, og eftir at teir høvdu roynt tríggjar ferðir, eydnaðist tað hjá teimum umborð á Vestmenningi at leggja havnarmenninir aftur um og at halda teimum aftanfyri.

? Vit sóu, at Vestmenningur var drúgvur í kappingini, men vit kendu ongantíð, at teir komu okkum so mikið nær, at teir gjørdust nøkur hóttan, sigur Sofus T. Hansen.


Nýggi báturin

Tvørámenn vóru fyri fyrstu ferð á stevnu við nýggja Suðuroyinginum. Gamli báturin, sum var frá 1934, luttók fyri síðstu ferð í kapping á norðoyastevnu, og tvørámenn knýta so nógv góð kappróðrarminni at gamla bátinum, at teir hava gjørt av at varðveita hann.

Starturin hjá nýggja bátinum var nakað linur, og eina løtu vóru teir klárt aftastir, men í síðsta enda royndist tað ikki heilt illa, tí stutt úr málinum tóku teir Nólsoyingin og komu tískil upp á fjórða plássið.

Nólsoyingar vóru fyrstu løtuna teir ídnastu í kappingini við Eysuroying, men sum tað á leiðini av Selatrað og vestur yvir rann alt meiri út av logginum, datt Nólsoyingurin longri aftur, og at enda komu teir síðstir um málið.

Fyritreytirnar hjá nólsoyingum vóru ikki tær bestu, tí tá teir skuldu fara í bátin manglaði ein maður, og tað sigur seg sjálvt, at tað í síðsta enda mátti síggjast aftur á avrikinum,at ein maður, sum hevði lítla ella rættari onga venjing, hjálpti til jh