Avantgarde yrkingar frá Oddfríði Rasmussen

Hetta yrkingasavn hevur ongan tittul, men bara eitt heftiplástur á permuni. Savnið er sum tey seks undanfarnu eftir Oddfríð M. Rasmussen nýskapandi innan føroyskan skaldskap. Oddfríður viðurkennir skyldskap við amerikanska yrking frá 20. øld. Hann leggur fyri við at endurgeva tvær reglur eftir San Francisco lyrikarin Lawrence Ferlinghetti, og lokar savnið við reglum eftir New Yorkar skaldið John Ashbury. Á henda hátt fevnir hann øllum amerikanska meginlandinum frá beat-ættarliðnum í vestri til kollage-yrking í eystri.
Summir tekstir í savninum eru stuttir og rámandi, meðan aðrir eru drúgvir og lýsandi, ofta mannalívið alt, sum tað er, sum Vox humana. Ein sigur frá nútíðarsamfelagnum, og Fuglakvæðið ekkóar onkustaðni langt aftanfyri:
 Tjaldrið jagstrar enn ravnin á flog, Inn
 ímillum húsini
 spæla litirnir sær, Ravnurin
 setur seg at pikka eitt súrepli
 ið barnið misti tá ið tað var á veg
 í barnagarð, Mamman hevði ikki tíð
 at taka tað upp tí so varð hon ov sein
 til arbeiðis.
  (Tríggjar milliónir sjúkutekin)
Oddfríður M. Rasmussen er í hesum savninum humoristiskt-spottandi og labyrintiskur í einum livandi málbúna. Um somu tíð snýr tað seg um avantgarde poesi á einum musikalskum og dreymakendum máli, har myndirnar eru í støðugari broyting.
Yrkingar eftir Oddfríð Marna Rasmussen er løgd til rættis og prentað á Føroya Prent. Savnið er 62 bls. og Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út.