Ávara um at mølur er í frænum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar aftur nú matvøru, sum er at fáa

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av sesamfræi, sum er at fáa í føroyskum handlum.  Talan er um eina sending av Anglamark Sesamfrø, sum nú verður afturkallað, og orsøkin til tað er, at mølur er funnin í tí.

 

Talan er um pakkar av Änglamark Sesamfrø, har nettoinnihaldið er 400 gramm og sum er best fyri 06.05 2022. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tá ið mølur er í tí, er tað ikki mannaføði og tí heita tey á fólk, sum liggja inni við tí, um at koyra tað í skrell, ella at lata tað aftur ú handilin, haðani tað er keypt.