Ávara um eldgos á kanariskari oyggj

Seismiskar ristingar fáa myndugleikarnar at ávara um møguligt eldgos

Tenaguía á La Palma kann fara at goysa í næstum

Myndugleikarnir á kanarisku oynni La Palma ávara nú fólk um, at eitt eldgos kann fara at goysa innan fáar dagar.

 

Tað gera myndugleikarnir, eftir at 4222 sonevndar seismiskar ristingar – tað eru smáir jarðskjálvtar – hava verið í tjóðarparkini Cumbre Vieja.

 

Íbúgvar og ferðafólk eru biðin um gera seg klár til burturflutning, um tað fer at goysa. Fólk verða biðin um at pakka eina tasku við mest neyðturviligu lutunum – passi, heilivági, fartelefon og klæðum.

 

Spanski landafrøðistovnurin IGN sigur, at ristingarnar í Cumbre Vieja koma alt nærri jørðyvirflatuni, og tað kann merkja, at magma er við at savnast undir jarðarskorpuni. Kemur magma upp til yvirflatuna, verður tað til lava.

 

Myndugleikarnir hava sett tilbúgvingina til gult, sum er annað stig av fýra.

 

Tað er Teneguía, sum kann fara at goysa, og tað hendi seinast í 1971.

 

Umleið 83.000 fólk búgva á La Palma, sum liggur í útnyðringshorninum av kanarisku oyggjunum. Gran Canaria og Tenerifa eru eisini partur av kanarisku oyggjunum, sum liggja vestan fyri Afrika.

 

Tenaguía á La Palma kann fara at goysa í næstum