Ávara um støðuna í føroyska heilsuverkinum

Gongdin er vandamikil, og vánalig læknatænasta kann ikki dyljast fyri fólki - siga læknarnir sjálvir

- Gongdin í føroyska heilsuverkinum er vandamikil

 

Tað staðfestir Læknafelag Føroya.

 

Nú ein stórur arbeiðsbólkur er settur at leggja eina menningarætlan fyri føroyska heilsuverkið, ger Læknafelagið enn einaferð vart við seg.

 

Í framtíðini verða fleiri sjúkur at viðgera, vit fáa dýrari heilivág og kanningar, og viðgerartól verða dýrari.

 

Ein leið at ganga er at hava eitt annanfloks heilsuverk og ístaðin brúka pengar upp á at senda fólk av landinum til serviðgerðir

 

- Trupulleikin er tó, at vit undir øllum umstøðum  mugu hava eina sjúkrahústilbúgving til brákomnar sjúkur og skaðar.

 

- Og henda tilbúgving má vera á einum ávísum stigi fyri at vera forsvarlig. Við øðrum orðum er tað soleiðis, at sjálvt um vit velja at integrera okkum í eitt útlendskt stórt sjúkrahúsverk, verða minstukrøvini til akuttførleikan á sjúkrahúsunum í Føroyum á leið tað sama, sum vit hava í dag.

 

Hin vegurin er at menna okkara heilsuverk sum eitt nýmótans heilsuverk. Men skal tað eydnast, verður tørvur á nógvum serlæknum afturat.

 

í Føroyum er stórt trot á læknum, tí vit hava tørv á yvir 50 læknum afturat, skulu vit samanbera okkum við onnur Norðurlond. Afturat hesum kemur, at seks kommunulæknastørv verða røkt av skiftandi avloysarum

 

- Hvør lækni hevur 151 fleiri íbúgvar at taka sær av í Føroyum, enn hann hevur í Danmark í Danmark, eisini tá ið vitjandi serlæknar eru taldir við.

 

Í 2013 brúktu Føroyar 1.083 millilónir krónur uppá heilsuverkið. Skulu vit samanbera okkum við Danmark, skuldu vit brúkt 343 milliónir afturat til heilsuverkið. Og skulu vit samanbera okkum við Noreg, skuldu vit  brúkt 1.055 millión afturat.

 

Her eru privatu viðgerðir ikki tiknar við. Verða tær tað, er munurin enn størri, sigur Læknafelagið.

 

Støðan er eisini tann, at í 2013 brúktu Føroyar 6.830 krónur minni upp á heilsuverkið fyri hvørt fólk enn Danmark ger og 20.879 kónur minni enn Noreg ger

 

Lata vit bara standa til, fara vit ikki at hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini, sigur Læknafelagið.

 

- Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein  politiskur trupulleiki, tí upplýsingar á internetinum, og í miðlum, fara at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum er líka góð sum aðrastaðni.

 

- Lága játtanin til heilsuverkið í Føroyum er ein vandamikil gongd og Læknafelag Føroya fer tí at ávara ímóti hesi gongdini.

 

- Læknafelag Føroya fer tí at mæla til, at tað beinanvegin verða settar 50 milliónir krónur av um árið til nýggj læknastørv. Hetta skal vera tøkur peningur at gjalda við so hvørt skikkaðir umsøkjarar eru til tey umleið fimti størvini, sum okkum mangla.

 

- Hendan játtanin skal ikki brúkast til onnur endamál – og tað óbrúkta fellir við árslok aftur í landskassan. 

 

- Væntandi kunnu vit ikki finna skikkaðar umsøkjarar til hesi størv beinan vegin, men tá ungfólk úti í heimi frætta, at peningur er tøkur til hesi størv, fara tey væntandi og vónandi at seta sær sum mál at koma heima aftur at virka, tá tey eru búgvin til eitt fast starv sum serlækni í føroyska heilsuverkinum.

 

- Tá eru tey flestu í seinnu helvt av tríatiárunum. Fáa tey ikki hendan møguleikan í skjótt eftir loknan lestur, er vandi fyri, at vit missa tey og at tey heldur ríka onnur samfeløg við teirra evnum og førleikum, sigur Læknafelagið.