Ávara um vandamiklar løðarar

Fleiri av løðarunum, sum fólk keypa á netinum, vísa seg at vera vandamiklir

Tað kann gerast vandamikið at brúka bíligar, kinesiskar løðarar til eitt nú fartelefonina ella fartelduna.

 

 

Eldur kann lættliga standast av kinesisku løðarunum, sum fólk bíleggja á netinum. Tí ávarar danska trygdarráðið nú brúkarar um at vera varnir við at ogna sær kinesisku løðararnar.

 

 

Hetta stendur at lesa í danska blaðnum, Metroexpress.

 

 

Tað er ikki óvanligt, at fólk keypa sær løðarar, sum eru eftirgjørd vøra, og sum kosta nógvar krónur minni enn upprunaliga vøran. Serliga er talan um løðarar til fartelefonir, farteldur og sokallaðar tablets.

 

 

Hóast kinesisku løðararnir líkjast teimum veruligu løðarunum í útsjónd, so er góðskan alt annað enn góð, og løðararnir eru ógvuliga eldfimir. Tí verður nú ávara í skandinavisku londunum ímóti bíligu, kinesisku løðarunum.

 

 

- Nógv ung fólk seta fartelefonirnar at løða og hava tær liggjandi í songini, men løðararnir kunnu gerast óvanliga heitir og sostatt er vandi fyri eldi, ávarar varaleiðarin í trygdarráðnum í Danmark, Dorthe G. Rasmussen í Metroexpress.