Ávarar føroyingar ímóti at lata seg lumpa

Eg, og mín egni nalvi, eru tað mest áhugaverda í allari verðini ...

Føroyar eru á veg aftur í tíðina, tá ið fólkapensjón var ein olmussa.

So bersøgin er Arne Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónistanna, á evnisdegi í Suðuroy í dag um viðurskiftini hjá pensjónistum.

 

Hann staðfestir, at nú hevur samgongan kraft, at hvør einasti føroyingur skal gjalda minst 15 prosent av lønini í ein pensjónsgrunn.

Í løtuni hava vit  so samhaldsfasta og fólkapensjónina afturat.

 

Men Arne Thorsteinsson ávarar føroyingar ímóti at lata seg lumpa.

Hann er púra greiðir yvir, at veruliga ætlanin hjá politikarunum er ikki at tryggja føroyingum nakað luksuslív á ellisárum við eini góðari eftirløn.

- Tað er pura greitt, at ætlanin hjá politikarunum er, at tá ið fólk hava spart upp til sína egnu, privatu pensjón, skal almenna fólkapensjónin avtakast.

- Samstundis skal almenna fólkapensjónin aftur verða ein olmussa, ella ein fátækraveiting, sum hon var í gomlum døgum.

- Fáa politikarar makt, sum teir hava akt, eru vit á veg aftur í olmussutíðina, har fólk fingu eitt slag av fátækrahjálp.

 

Hann ávarar eisini um gongdina viðvíkjandi Samhaldsfasta eftirlønargrunninum.

- Hann er nú lagdur undir Fíggjarmálaráðið og tað skal ikki undra meg at hann endar í landskassanum, áðrenn vit vita av.

 

Arne Thorsteinsson sigur, at tað eru politiskar kreftir, sum vilja hava, at samhaldsfasti og fólkapensjónin verða løgd saman til eina fátækraveiting, har tey, sum hava sína egnu pensjón, einki skulu fáa.

 

- Hugsjónarliga eru vit á veg aftur í olmussutíðina. Tað hevur kanska sín uppruna í tíðarandanum, sum er skaptur av ísakøldum vestanvindum, har hvør einstakur bara hugsa um seg sjálvan og har "eg, og mín egni nalvi eru tað mest áhugaverda í allari verðini", ljóðar breiðsíðan frá Arna Thorsteinsson ímóti sitandi samgongu.